Kann kosta meira enn milliónina

Uppsøgnin av Tony Paris kann verða ein dýrur umgangur fyri KÍ. Sambært upplýsingum hjá Sosialinum, er lønin restina av sáttmálaskeiðnum oman fyri milliónina

Ein álitisváttan frá nevndini er ofta seinasta tekin um, at ein fótbóltsvenjari stendur fyri sínum seinasta arbeiðsdegi. Soleiðis verður ofta tikið til, og í gjár fekst so enn ein staðfesting av hesum. Bert 24 tímar eftir, at Aksel Johannesen í fjølmiðlunum staðfesti, at nevndin í KÍ hevði fult álit á Tony Paris, fekk venjarin sekkin.

Tað er eingin loyna, at tónin millum Tony Paris og fleiri av ábyrgdapersónunum í felagnum ikki hevur verið serliga hjartaligur seinastu tíðina. Laku úrslitini saman við ónøgd frá parti av viðhaldsfólkunum hava sjálvandi havt sína ávirkan á hetta. Og sum avleiðing av hesum hevur meira enn eina ferð verið spurt um, hvørt Tony Paris er stóru lønina verdur.


$100.000 um árið

Lønarupplýsingar hjá føroyskum venjarum eru ikki alment atkomuligar, men tað skilst á øllum brøgdum, at venjarin í Klaksvík er tann best lønti í landinum. Tá Tony Paris gjørdi av venda aftur til KÍ, var grein um hetta í amerikanska St. Petersburg Times. Her verður upplýst, at talan var um seks-siffraða upphædd, og tá er talan væl at merkja um dollarar.

Og hetta samsvarar eisini væl við upplýsingar, sum Sosialurin hevur fingið um lønina. Sum skilst, so er sjálv lønin $80.000, meðan aðrar útreiðslur til ferðing, uppihald v.m. eru á leið $20.000 um árið.

Sáttmálin, sum varð gjørdur, fevndi um fýra ár, og tí ber illa til hjá KÍ at sleppa snikkaleyst úr hesum. Spurningurin er so, hvørjar reglur sáttmálin hevur fyri uppsøgn, og í hvønn mun venjarin eigur at kompenserast í slíkum føri.

Longu mánadagin frættist, at nevndin í KÍ-fótbóltur hevði sett sær fyri at tosa við venjaran. Endamálið við hesum skuldi vera at samráðast um endurgjaldið fyri sáttmálauppsøgnina.

Hetta má tulkast soleiðis, at KÍ hevur hildið sáttmálaupphæddina verið órímiliga høga, men ein slík samráðing gevur samstundis venjaranum øll kort á hondina. Tí byrjar tú fyrst at samráðast um hetta, er væl eyðsýnt, at sáttmálin skal sigast upp. Og tí hevur venjarin sum so ongan orsøk at bakka, annað enn ein møgulig samkensla við felagnum.

Skal útgangsstøði takast í sáttmálalønini, so er talan um góðar $200.000, ið eru eftir av sáttmálaskeiðnum. Og hetta gevur við dagsins kursi eina upphædd millum 1,1 og 1,2 milliónir krónur. Og so er spurningurin, hvørt KÍ megnar at samráða hesa upphædd niðureftir. Kanska kundu ráðini her verið, at KÍ-formaðurin fekk hjálp frá beigganum, ið jú fekk nógvar rósur, nú hann stóð fyri seminingi á privata arbeiðsmarknaðinum.

Aksel Johannesen, nevndarformaður í KÍ-fótbólti vil als ikki gera viðmerkingar til lønarspurningin, ella um semja er fingin um uppsagnarlønina. Hann vísir einvíst til tíðindaskrivi, sum felagið skrivaði í gjár.

Og so kann leggjast afturat, at hetta ikki er fyrsta ferðin, at KÍ fær fíggjarligan smeit av venjarauppsagnum. Tað ljóðaði, at talan var um ein av teimum heilt dýru umgangunum, tá Ove Flindt-Bjerg varð sendir til hús fyri tveimum árum síðani. Ta ferðina eydnaðist tó klaksvíkingum at samráða uppsagnarupphæddina niður.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerkingar til málið frá Tony Paris.