Kann NSÍ halda dampinum uppi?

Runavíkingar hava verið flúgvandi seinastu vikurnar, og teir stevna beint móti heiðursmerkjunum. Tað sær heldur ikki út til, at GÍ kann steðga teimum í løtuni.

NSÍ hevur vunnið fimm av teimum seinastu seks dystunum, meðan hin endaði við javnleiki. Fýra tær seinastu ferðirnar NSÍ hevur verið á vøllinum, eru teir farnir av aftur við trimum stigum. Tað hava heldur ikki verið tey veikaru liðini, sum NSÍ hevur blást av vøllinum. KÍ, HB og VB eru millum liðini, sum seinastu tíðina hava verið við undirlutan móti NSÍ.

Spurningurin er so, um GÍ kann steðga teimum. Fyrra dystin millum liðini, vunnu gøtumenn 4-3 í Runavík við góðari hjálp frá gomlum NSÍarum. Óli Hansen og Helgi L. Petersen vóru millum málskjúttarnar ta ferðina.

Hetta er ein grannauppgerð, og tá er alt púra opið frammanundan. GÍ hevur einki at spæla fyri uttan æruna, men henni fara teir óivað at berjast við hond og fót fyri, kanska serliga tá mótstøðuliðið eitur NSÍ. GÍ hevur longu tryggjað sær luttøku í europeiskum fótbólti næsta kappingarár, og teir hava ongan møguleika at vinna heiðursmerki.

NSÍ er tó favorittur, av tí at teir hava víst sera gott spæl og skotið nógv mál í seinastu dystunum. Ein sigur er eisini neyðugur, tí enn eru hóast alt seks stig upp til heiðursmerkjaplássini.

Hjá NSÍ eru allir mans tøkir, so ikki er væntandi at Trúgvi Mortensen fer at gera nakrar stórvegis broytingar á liðnum. Christian Høgni Jacobsen hevur staðið fyri teimum flestu málunum eftir summarsteðgin, og hann eigur sín stóra lut í teimum góðu úrslitunum. Hansara leiklutur verður avgerandi fyri útfallið í Gøtu sunnudagin.

GÍ er júst komið aftur úr Svøríki, har teir hava spælt UEFA Cup móti Norrkøping. Hesin dysturin er kanska ikki heilt farin úr beinunum enn, meðan NSÍararnir eru betri hvíldir.

Dysturin sunnudagin móti NSÍ verður samstundis seinasti dystur hjá málverjanum Sunvardi Joensen í GÍ málinum á hesum sinni. Hann leggur nú leiðina til Danmarkar. Hallur Hansen, sum stóð í málinum í Svøríki, eftir at Sunvard varð rikin av vølli, fer nú at verja málið hjá gøtumonnum. Helgi L. Petersen, Bartal Eliassen og Súni Olsen fingu allir smásnuddir í Svøríki, men teir vera væntandi klárir aftur.

Spurningurin er so, um Jóhan Nielsen kann seta sínar menn upp til henda dystin, sum ikki er av stórum týdningi fyri teir, meðan NSÍ ikki kann brúka nakað annað enn ein sigur.