Kann seta egnan dám á hotellið

– Tað hevur altíð verið ein dreymur at hava eitt hotell, og tá eg fekk møguleika at yvirtaka eitt hotell, so var tað upplagt, at tað var Hotel Streym.

Soleiðis sigur Rúni Djurhuus, sum herfyri keypti Hotel Streym frá Svend Aage Ellefsen, í samrøðu við FM1.

Tá spurdur um, hvussu hotellið skal rekast frameftir, svarar Rúni Djurhuus, at yvirhøvur skal hotellið rekast eftir sama leisti, ið tað varð frammanundan.

– Svend Aage hevur havt eitt gott konsept. Tað hevur verið bíligt, og service hevur verið tipp topp, so tað forseta vit við, sigur Rúni Djurhuus, sum leggur aftrat, at av tí at umbyggingin av hotellinum ikki er liðug enn, fær hann sum nýggjur eigari eisini sett dám á, hvussu hotellið skal síggja út frameftir.

Koronufarsóttin legði eitt tíðarskeið gistingarvinnuna í Føroyum lamna, og hóast latið hevur verið uppaftur, merkist tað framvegis í landinum, at talið á ferðafólkum er ikki tað sama, sum tað eigur at vera. Men hetta hevur eisini sínar fyrimunir fyri nýggjar hotelleigarar, metir Rúni Djurhuus.

– Tað verður lættari at koma inn í tingini, tá tað ikki er so nógv at gera, heldur enn at koma beint inn í eldin.

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna, ið FM1 gjørdi við Rúna Djurhuus