Kann vænta at fáa harða revsing

Ein maður hevur tríggjar skuldsetingar hangandi yvir sær eftir ovastevnuna í Nólsoy - og talan er um skerpandi umstøður

Undir felagssanginum var hýrurin góður, men tað var verri seinni, tá ið Ternan skuldi fara til Havnar

Ovastevna var í Nólsoy um vikuskiftið. Tað var av fagrasta veðri og tað merkti, at tað var so nógv fólk á stevnu sum ongantíð áður. Men hjá einum manni verður hetta ein dýr søga, tí hann er skuldsettur fyri bæði harðskap, roynd at fremja harðskap, og fyri hóttanir.  Og talan er um skerpandi umstøður, tí harðskapurin er framdur ímóti einum vaktarmanni. Vaktarfólk eru í størri vanda enn onnur fyri at verða fyri harðskapi og tí hava tey eina serliga verju í lógini. Tað merkir, at revsingin fyri at gera seg inn á vaktarfólk, er harðari enn fyri harðskap annars.

 

 

 

Løgreglan sigur, at í hesum føri fekk ein vaktarmaður ein knýttan neva í andlitið, so hann fór á skaðastovuna til kanningar. Harðskapurin hendi, tá ið Ternan skuldi úr Nólsoy ein tann seinasta túrin um náttina. Tað var rættiligur gravgangur eftir art sleppa við, og talið á fólki, sum trokaðist niðri á ferjuleguni var so stórt, at øll sluppu ikki við. Løgreglan sigur, at ta einum løtuna var støðan eitt sindur spent niðri á ferjuleguni, og tað var í hesum sambandi, at ein maður varð so óður, at hann slóð ein vaktarmann í andlitið.

 

Síðani kom fram, at sami maður hevði eisini hótt eitt fólk eftir lívinum, og eisini í hesum føri var talan um eitt fólk, sum var til arbeiðis í Ovastevnuni. Og at enda er tað eisini komið fram, at hesin sami maðurin hevur eisini roynt at fremja harðskap ímóti einum ørum.

 

Løgreglan sigur, at tey vita, hvør gerningsmaðurin er, og hann er skuldsettur fyri allar tríggja tilburðirnar. Men nú kannar tey málið fyri at lýsa út í æsir, hvat tað var, sum hendi og so verður gjørt av, hvussu farast skal fram.

 

 

 

Undir felagssanginum var hýrurin góður, men tað var verri seinni, tá ið Ternan skuldi fara til Havnar