Kann vera dýrt at ringja úr Danmark til Føroya

Tað kann vera eitt dýrt njótilsi at vera telefonkundi hjá svensku telefyritøkuni, Telia, um tú býr í Danmark og ætlar tær at ringja til Føroya og eisini verða uppringdur Ein føroysk kona í Danmark mundi fingið sjokk, tá hon fekk telefonrokningina frá Telia, sum er ein svensk telefyritøka, ið situr á fittum marknaðarparti av fartelefonkundum í Danmark. Um jólini tosaði hon sum vera man til Føroya, og hetta kostaði henni 1000 krónur.

Hetta er ikki so løgið, tí við at hyggja á heimasíðuna hjá Telia, sæst, at tað kostar ikki minni enn 16,38 krónur um minuttin fyri ein føroying, sum er kundi hjá Telia, at ringja til Føroya ella fáa eina telefonuppringing úr Føroyum.

Til samanberingar kostar tað einans 2,50 krónur um minuttin, um telefonsamtalan er til Svøríki, Noregi ella Finlandi.

Telia hevur býtt heimin upp í seks øki (zoner), og Føroyar liggja í tí aftastu, har prísurin altso er 16,38 krónur um minuttin.

Sosialurin hevur spurt kunningarstjóran hjá Telia, hví Føroyar kemur undir »restina av heiminum« og ikki undir til dømis »norðurlond« ella »restina av Evropa«.

- Tað er tí, at Føroyar eru lítlar og liggja uttanfyri ES, sigur Anders Reintoft, kunningarstjóri.

Men Ísland og Noreg, sum ikki eru limir í ES, liggja í prísøki 1 og eru tískil nógv bílari?

Hví?

- Har er meiri teletrafikkur. Eg má tó viðganga, at prísurin er høgur, men vit hava havt undirskot av samskiftinum millum Føroyar og Danmark, og hetta er orsøkin til høga prísin, sigur hjá Telia.

Í sama andradrátti lovar hann, at Telia fer at kanna málið nærri, og uttan at lova nakað, væntar hann, at teleprísurin millum Danmark og Føroyar verður settur niður.