Skal tað verða líka bíligt at sigla við Strandferðsluni, og koyra við Bygdaleiðum, sum tað er at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, hevði tað kostað landskassanum einar 18 milliónir krónur.
Nú fíggjarnevndin er við at leggja síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur hon spur Strandferðsluna, hvat tað hevði kostað at javntsett prísin fyri at ferðast við Strandferðsluni, við, hvat tað kostar at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar
Strandferðslan hevur roknað út, at tað hevði kostað einar 18 milliónir krónur. Tá hevði tað kostað 40 krónur at siglt við Smyrli, og hinum skipunum hjá Strandferðsluni, og her bæði talan um ferðaseðil til ferðandi til gongu, og um ferðaseðil til bil við førara. Samstundis hevði ein ferðaseðil við Bygdaleiðum hevði kostað 20 krónur.
Tað er serliga serliga við Smyrli, at prísurin hevði lækkað, tí har kostar ein vanligur ferðaseðil 80 krónur og ein ferðaseðil til bil, við førara, kostar 225 krónur.
Við hinum skupunum hjá Strandferðsluni, kostar ein vanligur ferðaseðil, 40 krónur, og ein ferðaseðil til bil, við førara, kostar 160 krónur.
Verða prísirnir á ferðaseðlum til Bygdaleiðir, lækkaður niður í 20 krónur, fer tað, leysliga mett, at kosta landskassanum einar fimm milliónir krónur.
Men Strandferðslan ger samstundis vart við, at tað er ikki heilt einfalt at samanbera prísin fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, og prísin fyri at ferðast við Strandfersðluni og Bygdaleiðum, tí talan er um tvær ymiskar prísskipanir.
- Í tunlunum verður ikki hugt eftir, hvussu nógv fólk eru í bilinum, men við ferjunum skulu ferðandi keypa ferðaseðil, staðfestir Strandferðslan.