Skipið røkir vaktar- og bjargingartænastuna kring Foinaven oljufeltið skamt frá føroyska markinum. Ein partur av uppgávuni hjá manningini umborð er at stuðla vísindafólki, havfrøðingum og fiskifrøðingum frá lærdum háskúlum í Bretlandi at kanna djóra- og plantulívið í havinum, har oljan kemur upp.
Endamálið við kanningunum er at geva vísindafólki nýggjar upplýsingar, soleiðis at man betur skilur hetta annars lítið kannaða umhvørvið. Ein av orsøkunum til, at nettupp Grampian Frontier er so upplagdur til slíkar kanningar er tann, at skipið hevur ein sera framkomnan minikavbát, ?Remotely operated vehicle, ROV?, ið er ætlaður til at kanna og bøta um útbúnaðin á havbotninum, har oljan kemur upp.
Við hesum farinum, sum verður stýrt av brúnni á oljuskipinum, kunnu vísindafólkini útvega sær hópin av upplýsingum frá umhvørvinum rundan um oljuútbúnaðin á umleið 600 metra dýpi. Data og upplýsingarnir, sum fáast til vega frá hesum kanningum, eru bæði vanliga fotomyndir, video og prøvar, verða so viðgjørt á lærdu háskúlunum. Fyri at manningarnar á oljuskipunum, sum dagliga arbeiða í hesum umhvørvinum, skulu fáa innlit í úrslitið av hesum kanningum, verður gjørt eitt sokallað ?Deep Water Bio-Atlas?.
Tað er greitt, at slíkir upplýsingar hava eisini áhuga fyri føroyskar fiskifrøðingar og teyt fólk, sum arbeiða við leiting og seinni helt eisini framleiðslu, ikki minst nú grundarlag verður lagt undir eini møguligari oljuframleiðslu á okkara egna landgrunni. Tá er gott at kunna fáa neyvar upplýsingar frá grannnunum bæði um djóralívið og um, hvussu vit varðveita eitt reint umhvørvi. (Keldur Andy Waring, Grampian Frontier og ?Horizon? tíðarrit hjá BP).