Ætlanin er nú at fara undir at kanna gæs og dunnur í Føroyum fyri krím.
Tí vil Heilsufrøðiliga Starvsstovan ógvuliga fegin koma í samband við fólk, sum fara at drepa gæs og dunnur í næstum.
Tað er Susanne Kabell, djóralækni á Heilsifrøðiligu Starvsstovuni, sum stendur fyri kanningunum.
- Hetta eru kanningar, sum verða gjørdar víða hvar í øðrum londum og tað er avgjørt eisini hóskandi at gera tær her í Føroyum, sigur hon.
Hon vísir á, at seinastu tíðina hava nógvir føroyingar ligið við H1N1 krími.
- Vit vita eisini, at nógvir fitjufuglar kunnu vera vera berarar av sjúkuni, uttan sjálvir at verða sjúkir.
Serliga hugsar hon um tiltikna H5N1 virus, ið vanliga varð nevnt fuglakrím, sum varð rættiliga nógv umrøtt fyri nøkrum árum síðani og sum eisini elvdi til nakað av sjúku úti í heimi, har eisini nøkur fólk doyðu.
Men krímelvandi virus hevur tað við at blandast saman og hendir tað, at fuglakrím og krímið, sum nú gongur, blandast saman, kann tað elva til álvarsliga sjúku hjá fólki.
Tað er nógvur fitjufuglur í Føroyum, bæði villur og húsdýr.
Og Susanne Kabell heldur avgjørt, at vit eiga at kanna dunnur og gæs fyri virus fyri at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu stórur tann vandin er, at krím av hesum slagnum kann fara at gera um seg í Føroyum.
Tí vil hon fegin, at tey, sum fara at drepa gæs ella dunnur í næstum, seta seg í sambandi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, so at royndir kunnu takast av fuglunum.
Avtala kann so fáast við Starvsstovuna um, hvussu royndin kann takast, men í øllum førum fer hetta ikki at kosta fólki nakað, tí Starvsstovan ber allan kostnaðin.
Men tey leggja afturat, at tey vóna at fáa royndir úr øllum landinum fyri at fáa eina so góða mynd av støðuni, sum gjørligt.
- Tað, vit hava brúk fyri, er høvdið og minst 10 sentimetrar av hálsinum og royndin skal takast, áðrenn gásin ella dunnan verður skáldað.
Tey hugsa sær, at royndir verða tiknar av 5-10 fuglum úr hvørjum flokki, sum verður dripin.