Kanna makrel 100 ár aftur í tíðina

- Neyvt samband er funnið millum vøkstur hjá kúfiski og nøgd av makreli á føroyska landgrunninum.

Í ritinum Sjóvarmál, sum herfyri varð lagt út á netið, verður í stuttum greitt frá, at Havstovan nú kannar nøgdina av makreli, sum hevur verið í føroyskum sjógvi í eina heila øld. Tey, sum luttaka í kanningini hjá Havstovuni, eru Una Matras og Petur Steingrund.

 

- Endamálið er at kanna nøgdina av makreli á føroyska landgrunninum seinastu 100 árini. Hetta verður gjørt fyri at meta um sannlíkindini fyri, um tær verandi stóru nøgdirnar av makreli við Føroyar koma at halda fram ella ikki.

 

Sjóvarmál skrivar, at hetta verður gjørt út frá vøkstrinum á kúfiski og byggir á tað neyva sambandið, sum er funnið millum vøkstur á kúfiski og nøgdina av makreli.

 

- Kanningin, sum er ein eitt árs verkætlan, skal eisini staðfesta sambandið millum vøksturin á kúfiski og nøgdina av djóraplankton á føroyska landgrunninum.

 

Víst verður á, at kúfiskur við Føroyar gerst sera gamal. Kanningar hava víst, at stórur partur av kúfiskinum verður yvir 100 ára gamal, og aldurin verður lisin í skelini.

 

- Frástøðan millum árringarnar vísir, hvussu vakstrarkorini hjá kúfiski hava verið gjøgnum árini. Kúfiskur livir av plantuplankton. Tí ber til - út frá vakstrarringunum - at meta um, hvussu gróðurin í sjónum hevur verið fleiri ár aftur í tíðina.

 

Lagt verður aftrat, at eitt neyvt samband er funnið millum vøkstur hjá kúfiski og nøgd av makreli á føroyska landgrunninum.

 



- Tey árini, kúfiskurin veksur væl, verður lítið av makreli tvey ár seinni og umvent. Orsøkin til hetta samband er helst, at tá kúpuskelin veksur seint, er tað tekin um nógv djóraæti við Føroyar - og øvut. Nógv djóraæti ger, at nógv av ársins makrelyngli yvirlivir, sum so dominerar nøgdina av makreli tvey ár seinni.

 

Sjóvarmál veit at siga, at út frá hesum ber til at meta um nøgdirnar av makreli á føroyska landgrunninum langt aftur í tíðina.