Altjóða løgreglusamstarvið Interpol er nú farið at kanna morðið á bretsku gentuna Scarlett Keeling. Hon varð funnin deyð á einari strond í Goa í India í næstsíðsta mánað. Indisku myndugleikarnir vildu upprunaliga vera við, at Scarlett Keeling var druknað, men ta frágreiðingina vildi mamma Scarlett ikki góðtaka. Hon kravdi nýggja líkskoðan, og hon vísti, at gentan var vorðin neyðtikin og síðani druknað. Sjálv heldur mamman, at málið hevur samband við eitt rúsevnaharkalið, sum hevur so stórt vald, at indiska løgreglan royndi at dylja sannleikan.
Tíðindi