Kanna í Øravík

Í dag verða donsku teknikararnir væntandi lidnir at kanna umstøðurnar í Gistingarhúsinum í Øravík, har eldur varð settur á sunnunáttina

Mánadagin komu nakrir brand- og vápnateknikarar úr Danmark til Føroya, og mánakvøldið fóru teir til Suðuroyar.
Teir fóru gjáramorgunin til verka at gera kanningar á gistingarhúsinum í Øravík, har ein 21 ára gamal maður sunnunáttina detti eld á og skeyt við byrsu.
Teir hava millum annað kannað eldsbrunan og merkini eftir skotum, og vápnateknikararnir haav eisini gjørt kanningar fyri at gera eina meting av, hvussu vandamikil skotini vóru.
Jaspur Vang, sýslumaður væntar, at teknikararnir brúka í hvussu er dagin í dag aftrat til sínar kanningar.
Ikki fyrr enn teir eru lidnir, sleppa tryggingarfólk aftrat, og tástaðni kann farast undir umvælingararbeiðið.
Jaspur Vang sigur, at politiið er komið væl áleiðis við at avhoyra vitni.