Kanna trivna á dagstovnum

Í Sunda kommunu eru tey farin at kanna, hvussu trivnaðurin er á dagstovnaøkinum í kommununi.

Í Sunda kommunu eru tey farin at kanna, hvussu trivnaðurin er á dagstovnaøkinum í kommununi, og seinasta mánaðin hava foreldur havt møguleikan at svara spurningum.

 

- Øll foreldur at børnum á stovnum í kommununi hava fingið talgilt spurnarblað sendandi við spurningum um dagstovnin, tænastuna og annað.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at endamálið við hesum er at fáa eina støðulýsing av, hvussu foreldrini eru nøgd við dagstovnarnar og ta tænastu, tey fáa har.

 

Kanningin endar á miðnátt í kvøld, hin 31. januar. Eftir hetta verður úrslitið greinað og lagt fyri trivnaðarnevndina í Sunda kommunu til kunningar.

 

- Øll foreldur, sum luttaka í spurnarkanningini, eru ónevnd, leggja tey í Sunda kommunu aftrat.