Kannar møguleikan at lækka mvg á matvørum

Hjá summum húskjum í Føroyum er tað ómøguligt at fáa endarnar at røkka saman og mvg á matvørum er ein stór orsøk til tað.

Tað heldur Kristianna Winter Poulsen tingkvinna.

Nú spyr hon Jørgen Niclasen, landsstýrismann í figgjarmálum, hvat hann heldur um at lækka mvg á matvørum.

Hon spyr eisini, hvørjar avleiðingar, tað hevði fingið á keypiorkuna hjá fólki at lækka mvg á matvørum, ella at taka tað heilt burtur, og um tað kanska kundi verið eitt amboð at fingið fólk at etið sunnari mat.

Kristianna Winther Poulsen vísir á, at nógv lond lækka avgjøld á matvørum fyri at gera tað bíligari at liva.

Men tað verður eisini brúkt sum eitt amboð at eggja fólki til at eta sunnari mat við tí fyri eyga at bøta um heilsustøðuna.