Í eini landsumfatandi norskari kanning svara 63,5 prosent, at landsins kongur, Haraldur, eigur at sita á trónuni, so leingi hann livir.
Tað skrivar norska Nettavisen úr kanning, sum kanningarstovan Infact hevur gjørt.
1087 fólk eru spurd í kanningini.
20,1 prosent halda, at kongur eigur at leggja frá sær eins og danska drotningin.
Tað vísir, at kongur heldur stevið við fólkinum, heldur Tove Taalesen, sum er kongshússerfrøðingur hjá blaðnum, um kanningin hjá Nettavisen.
– Harald kongur er ein trygg havn hjá okkum, líka mikið hvat hendir í heiminum, og tað hevur hann skilt. Her vísir hann, hvussu væl hann skilir leiklut sín. Hann sigur púra rætt, at annaðhvørt er hann kongur, ella er hann deyður, sigur hon.
Sambært kanningini eru ta- serliga tey yngstu og tey elstu í kanningin, sum halda, at kongurin skal sita á trúnuni alt lívið.
Margreta drotning boðaði í nýggjársrøðu sínari frá, at hon leggur frá sær eftir 52 ár á trónuni og letur trónuna víðar til Fríðrik krúnprins. Tað verður gjørt sunnudagin 14. januar.
Tá verður Fríðrikur tilnevndur sum Fríðrikur kongur X klokkan 14 av svalanum á Christiansborg Slotti.
Samstundisv erður Mary krúnprinsessa drotning, og elsti sonur teirra, Christian prinsur, verður krúnprinsur.
Tova Taalesen heldur, at avgerðin hjá donsku drotningini hevur fingið monarkiið í Danmark at skinkla.
Morkur er nakað, sum tú9 »ert«, ikki nakað sum tú »gert«, heldur serfrøðingurin hjá blaðnum.
Sambært eini nýggjari kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, svara sløk 82 prosent av teimum spurdu, at Fríðrikur krúnprinsur hevði egnað seg væl ella sera væl sum kongur.
Eisini Mary krúnprinsessa hevur stóran stuðul. 86 prosent halda, at hon hevði hóskað væl ella sera væl sum drotning.
Bara ávikavist fimm og fýra prosent halda, at tey høvdu verið illa egnað ella sera illa egnað til uppgávurnar.
/ritzau/