Stutt um kanningina
750 húsarhald í Føroyum eru tilvildarliga vald at luttaka. Tey, sum hava Mínboks, hava longu fingið boð har um at svara spurningunum. Í komandi viku fer Hagstovan at ringja til teirra, sum ikki hava Mínboks – umframt tey, ið ikki hava svarað umvegis Mínboks.
Góður fjórðingur fær endarnar júst at røkka saman
Í seinastu konjunkturkanning, sum varð gjørd í vetur og teimum seinastu kanningunum undan henni, var ein góður fjórðingur av húsarhaldunum, ið søgdu seg júst at fáa endarnar at røkka saman. Áleið 60 prosent siga seg spara nakað upp. Hóast stóran prísvøkstur seinastu trý árini, eru tað ikki fleiri, ið siga seg mugu læna pening.
Nú verður kannað, hvussu støðan er í juni 2025.
##med2##
Aðrir spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri konjunkturbarometrinum hjá føroysku húsarhaldunum.
Konjunkturkanningar fyri vinnurnar
Seinni í juni verða konjunkturkanningarnar fyri tilfeingis-, tænastu-, handils- og byggivinnuna gjørdar. Tá verður spurnakanning send meir enn hundrað útvaldum fyritøkum í Føroyum. Spurningarnir eru ymiskir fyri hvønn vinnubólk, og svarmøguleikarnir somuleiðis.
Sambært løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991 er tað lógarkrav at svara.
Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum. Mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tølini eru tí altjóða sambærlig. Enska heitið á konjunkturbarometrinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).
Konjunkturbarometrið gevur ábending um búskaparútlitini
Konjunkturbarometrið byggir ikki á verulig tøl úr sjálvum búskapinum, men á metingar og væntanir hjá lyklabólkum í samfelagnum – bæði húsarhaldi og vinnu.
Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at húsarhaldini viga 20 prosent, og vinnurnar viga 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og ídnaðarvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.
Les meira
Finn spurningarnar og grafar á temasíðuni fyri tilfeingisvinnurnar og á síðuni fyri tænastuvinnur, á síðuni fyri byggivinnuna og á síðuni fyri handilsvinnuna.