Kanning: Samgongan fær ein frammaná

Samgongan hevði fallið við einum braki, um val var í dag

Sambandsflokkurin og serliga Fólkaflokkurin er utapararnir í veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo.

Sambært kanningini hevði samgongan bara fingið 13 tingsessir, meðan andstøðan, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, høvdu fingið 20 tingsessir.

Stóri vinnarin í kanningin er Javnaðarflokkurin, sum hevði gingið 7,8 prosentstig fram og fingið 10 tingsessir. 3 fleiri enn á seinasta løgtingsvali.

Størsti taparin er Fólkaflokkurin, sum gongur 8,4 prosentstig og 3 tingsessir aftur og fær 5 tingsessir.

Sambandsflokkurin hevur eisini stóra afturgongd, tó at hon ikki er so stór sum tann hjá Fólkaflokkinum. Hann fer úr 20,3 prosentum niður í 18 prosent. Løgmansflokkurin hevði fingið 6 tingsessir í mun til 7 á seinasta vali. 

Tjóðveldi gongur 1,4 prosentstig fram í kanningini og hevði fingið 19,5, sum hevði givið flokkinum 7 tingsessir, ein meira enn á seinasta vali.

Eisini Framsókn hevur framgongd og gongur 3,3 prosentstig fram til 7,9 prosent, sum gevur flokkinum ein tingsess aftur, so hann hevði fingið 3 tingsessir.

Miðflokkurin er einasti flokkur, sum stendur í stað í tingsessum, og Sjálvstýri hevði ikki rokkið upp um tinggáttina.

 

##med2##