Sum tey flestu skiltu tað, lovaði Ragnar Finnson, at hann fer at spæla sítt egna tilfar, næstu ferð hann trínur á pall í Talent 2008. Spurningurin varð settur, aftaná tað var greitt, at Ragnar sleppur í finaluna.
- Tað var Martin, sum lovaði tað, eg lovaði tað ikki, sigur Ragnar avgjørdur, men leggur afturat, at tað als ikki liggur uttanfyri hansara hugsan at spæla okkurt heilt øðrvísi enn í semifinaluni.
- Tað verður heilt sikkurt okkurt nokk so punkut, men eg havi enn góða tíð at avgera, hvat eg vil spæla, men kanska eg syngi á føroyskum, kanska ein sang hjá mammu ella babba, eg veit ikki, flennir Ragnar Finnson. Spurdur hvussu nógv foreldrini avgera er havnadrongurin rættiliga avgjørdur.
- Tey bestemma ikki ein biiib um, hvat eg velji at spæla, men tey hjálpa mær eitt sindur, sigur Ragnar. Víðari greiðir Ragnar frá, at rætti sangurin nokk skal koma til hansara, og at hann nokk skal leggja merki til sangin tá hann kemur.
Minnist ikki alt
Í semifinaluni spældi Ragnar Finnson lagið 99 red baloons, ið var frammi í 80’unum, men Ragnar framførdi lagið í einari punkkendari útseting.
- Eg valdi tað lagið, tí eg helt tað rigga ordiliga væl. Eg havi eisini spælt tað nógv, og mær hevur altíð dámt lagið. Eg helt eisini, at tað rakk út til tey flestu, tí tað er eitt so kent lag. Men eg minnist næstan ikki, at eg spældi tað. Eg minnist bara at tað var mega, mega, mega feitt at vera á pallinum, sigur ungi havnardrongurin.
Men hann minnist nøkulunda, hvat dómararnir søgdu.
- Tað eg minnist best, var at Peter mussaði hondina hjá mær, sjálvt um hann ikki vildi hava meg víðari, at Julie var ordiliga positiv og so var okkurt við, at Martin vildi hava meg meira orginalan, flennir ungi punkarin.
Leyp fram á gólvið
Tað gjørdist øgiliga spennandi til endans. Ragnar og strúkaratrioin vóru møguligu finalistarnir. Tað var helst ov mikið fyri tey flestu, men tá Martin Hall valdi Ragnar, var alt avgjørt, og Ragnar leyp fram á gólvið.
- Mann ger bara tað fyrsta. Eg haldi ikki eg hugsaði, men eg var bara so mega glaður, og tað var mega kul, at hini tóku tað so pent, at tey ikki komu víðari, sigur Ragnar. Hinvegin tók hann ikki beinleiðis synd í stúkarunum, ið eisini vóru sannførandi.
- Tað er ein kapping, og Martin segði, at tey kanska ikki riggaðu inn í akkurát hesa sendingina, men tey duga ordiliga væl, greiðir Ragnar Finnson frá.
Nicklas er ein favorittur
Nógv løgdu helst merki til, at Ragnar sýntist sera fegin, tá tað var greitt, at dansarin, Nicklas, var komin í finaluna.
- Hann er ein av mínum favorittum at vinna kappingina, tí hann dugir ótrúliga væl. Eg kom eisini at kenna hann nokk so væl meðan vit vóru har. Kanska skuldi eg ikki sagt, hvat eg haldi um hini, men hann dugir ordiliga væl, fortelur Ragnar.
Ein stemma til framtíðina
Um tríggjar vikur verður finalan, og tá verður spennandi at vita hvussu fer gangast Ragnari, og helst fara nógvir føroyingar at finna telefonina fram og atkvøða fyri unga havnadronginum.
- Nú má mann bara hopa og ynskja, men fólk mugu minnast til, at ein stemma uppá meg, er ein stemma uppá framtíðina, grínur Ragnar Finnson, sum vit heilt víst ikki hava hoyrt tað seinasta til.