Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýrismaður
-----
Hvat er tað, sum ger, at verkfrøðingarnir Svend Olufsen og Peter Bang sita í Struer í Norðurjútlandi og stovna felagið Bang og Olufsen, ella Ole Kirk Christiansen, í Billund í Miðjútlandi, stovnar LEGO, J. Lauritzen, skipafelagið yviri í Esbjerg í Vesturjútlandi, fyri at nevna trý donsk feløg av so mongum, sum gjørdust heimskend, settu Danmark á heimskortið og góvu landinum ruddiliga økt arbeiðspláss til útflutnings.
Hvussu við okkara egnu, hvat vilja teir: Jákup Jacobsen (Dungajákup), Kristian Martin Rasmussen, Eiler Jacobsen, Osmund Justinussen, Poul Hansen, Hanus Hansen, Hans og Regin Jacobsen á Bakkafrost, brøðurnir Hans Andrias og Gunnbjørn Joensen á Thor, fyri at nevna onkrar uttan at fara aftur í søguna, sum skaptu okkum nýskipanir, útvegaðu Føroyum milliardavirði til høldar til útflutnings.
Hesir, sum ígjøgnum upp- og niðurgongdartíðir gjørdu íløgur, hava satsað, verið noyddir av og á “at sigla uppá spring”, halda tørn, meðan til aðrar tíðir noyddust at geva út, fyri møguliga at klára at halda seinasta petti av endanum, meðan aðrir fingu so harðliga viðferð, at teir vunnu ikki upp land. - Søgan vísir, at tíðirnar í Føroyum hava verið sera ymiskar.
Bara krevja
Hvat er tað sum ger, at talið av føroyingum økist, sum seta krøv til nakað, tey ikki vóru við til í innsatsinum, og hvørji eru tey so, sum seta krøvini, eru tey ikki politikarin fyri at fáa meiri til alment at geva út av til størri almennan rakstur, sum longu er ov høgur, eru tað ikki tey, sum ikki veruliga liva tætt upp at vinnulívinum, sum seta krøvini!
Tá eg hugsi um hesi, fer tankin um vandamikla “Trojanska hestin”, sum stóð yvirfyri fólkinum í Troja, ígjøgnum høvdið, soleiðis kennast hesi mitt í okkara vinnulívið, sum útvegar milliardavirðir til fólkið, til landskassan og kommunur, til tænastuvinnur o.s.fr. – Her ræður sera ótiltalandi hugburður móti vinnulívsfólki, sjófólki og fiskavirkisfólki.
Borgarligi vongurin er trýstur
Seinastu árini hevur eisini borgarligi vongurin givið eftir fyri trýstinum frá fólkinum, og frá áhaldandi og ágangandi fjølmiðlatrýstinum. Gangi út frá, at føroysku journalistarnir eru onki undantak í mun til hini Norðurlondini, sum greitt liggja vinstrumegin miðjuna.
Vit hava seinastu árini sæð ófrættakend krøv til vinnuna og tey, sum arbeiða í fiskivinnuni. – Spurningurin er bara um “gullhønan spakuliga verður kvørkrað, so hon dregur sín seinasta andadrátt”!
Tað eru ídag tríggir tættir, sum klára seg: alivinnan, langfaraflotin og uppisjóvarflotin, meðan botnfiskaflotin, sum eisini gevur hópin av arbeiði til flaka- og fiskavirkini gongur illa og klárar ikki sínar skyldur, og enn minni hevur pening til at endurnýggja tólini. Hesi eru tey sum gera, at Føroyar hava lægsta arbeiðsloysi. Meðan alt hetta fer fram, sita “klókir” heilar og “geva ráð” í allar ættir – oftast ómótsagdir - í okkara fjølmiðlum.
Alt kann fáa bráðliga vend
Søgan hevur víst, at hetta kann alt venda eftir stuttari løtu, at alt ikki var so bjart, sum tað sá út. Hvar er tá konsolideringin og hvar eru møguleikarnir til endurnýggjan.
Tað óhepna við føroyska samfelagum er, at hesar krevjandi kreftirnar, sum bara vilja hava burturav, økjast og síggja út til at fara at vinna enntá sambært fíggjarmálaráðharranum í borgarliga landsstýrinum. – Andstøðan ímóti vinnuni er týðilig og hon fremur ongan framburð – tvørturímóti.
Peningurin brúkast aftur í vinnuni
Hendir tað at tey, ið bara krevja, vinna, eigur peningur, sum verður tikin inn í tilfeingisgjaldi at verða brúktur aftur í fiskivinnuni, og ikki druknast í almenna rakstrinum. Hesin peningur eigur fyrst og fremst at verða brúktur til generella menning av fiskivinnuni, herundir til fiskivinnugransking, til fiskivinnuroyndir og til verri tíðir. Spurningurin er bara, nær tær koma og ikki um tær koma.
Bjarni Arnason grannskoðari frá Grannskoðanarfelagnum NUMO, gjørdi eina sera áhugaverda uppgerð yvir stovnar, sum lutvíst kunnu setast í samband við fiskivinnuna: Fiskimálaráðið, Tilbúgving á sjógvi, Veðurtænastuna, Tyrlutænastuna, Fiskivinnuráðið, Fiskiveiðieftirlitið, Vaktarskipið, Havstovuna, Magnus Heinason, Fiskivinnuroyndir, Flutningsstuðul, Avskrivingar til vaktarskip og havrannsóknarskip. Allir hesir stovnar tilsaman kosta 152 mió. krónur í 2014.
Fiskivinnan ber longu størsta partin av hesum bæði í skattakrónum, innflutningsgjøldum og avleiddum vinnum, men nú tykist, sum um tað ikki er nóg mikið.
Einki er at siga til við hesum háttarlagi, at Føroyar alt meiri verða at rokna sum vinnuóvinarligar og lítið hugaligar, at gera íløgur. Hetta kann tykjast “sum ein feril av Trojanskum hesti” mitt í vinnulívinum – hann er sera vandamikil!