Kanska er hetta ein snildur máti at máa álitið undan samgonguni

? Tað er ein spurningur, hvussu nógv ein landsstýrismaður kann sleppa at bróta niður, áðrenn bikari flýtur yvir. Men eg dugi ikki at síggja nakra meining í at slíta samgonguna uppá málið um Landsverkfrøðingin, tí so seta vit okkum uttanfyri alla ávirkan

?Vit standa ikki aftanfyri Finnboga Arge, og vit taka ikki undir við honum.

Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi sigur, at hann er ómetaliga harmur um, at Finnbogi Arge nú fullkomiliga hevur beint fyri øllum møguleikum fyri samstarvi ímillum landsverkfrøðingin og Strandferðsluna.

? Við síni óstorstligu framferð hevur hann nú niðurbrotið allar møguleikar fyri, at starvsfólkið á Strandferðsluni og Landsverkfrøðinginum kunnu samstarva.

? Tað einasta, hann hevur vunnið við síni framferð, er, at hann hevur fingið øll starvsfólkini á Landsverkfrøðinginum ímóti sær.

? Og tað er eitt sár, sum tað fer at taka nógv ár at grøða.

Heini O. Heinesen ivast onga løtu í, at var landsstýrismaðurin ikki farin so skilaleyst til verka, hevði tað uttan nakran sum helst iva eydnast at fingið báðar stovnarnar at samstarva, har tað bar til.

? Men nú er hesin møguleikin farin fyri skeyti.

? Tí tað er heilt ómøguligt at tosa um samstarv við ein stovn, sum ein hevur fingið ímóti sær.

Hann heldur eisini, at tað er ein ring gerð ímóti Reidari Nónfjall, stjóra á Strandferðsluni, at seta hann sum stjóra á Landsverkfrøðinginum eisini.

? Tað er ikki hvør sum helst, ið kann vera stjóri á Landsverkfrøðinginum.

? Og eg haldi, at Reidar Nónfjall hevði staðið seg best við at hildið fingrarnar langt burtur, so ungur og óroyndur sum hann er


Mátti beinast av vegnum

Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at hann skilir ikki, hví hesir báðir stovnarar skulu leggjast saman, tí enn hevur ongin víst á nakrar sum helst fyrimunir.

Fyribils niðurstøðan er tann, at Henning Jacobsen skuldi beinast av vegnum fyri at fáa sett eina aðra ætlan í verk.

? Fáir, fyri ikki at siga ongin, stovnsleiðari hevur verið so trúgvur mótvegis politiska myndugleikanum, sum akkurát Henning Jacobsen

? So frægt av royndum havi eg av honum eftir nógv ár sum løgtingsmaður og kommunalpolitikari.

? Men hann var eisini ein maður, sum hevði sína fakliga stoltleika og sína meining, og sum ikki var til sølu, um tað gekk honum ov nær.

? Men tað var kanska hetta, sum Finnbogi Arge ikki hevur tolt.

Heini O. Heinesen sigur, at hann dugir ikki at síggja nakað sum helst endamál við hesum, uttan tað, at ætlanin nú er at avreiða øll amboð, allar maskinur, og øll arbeiði, umframt 50 ára vitan, til nøkur privat feløg, sum hava lært seg tunnilsarbeiði í Føroyum, og sum vit hava goldið fyri, t.d. Højgaard & Schultz og Phil & Søn.

? Tað haldi eg, at eg dugi at lesa av teirri nevnd, sum er sett at standa fyri arbeiðnum at gera fast samband um Vestmannasund, tí har er Henning Jacobsen settur til síðis og SEV stjórin settur ístaðin, hóast hann er ógegniður við tað, at hann skal levera orkuna til arbeiðið.

? Nú er eisini vandi fyri, at fleiri verkfrøingar rýma av landsverkfrøðinginum og taka taka vitanina við sær.


Tilætlað provokatión

Heini O. Heinesen stúrir fyri, at framferð, sum hendan frá landsins hægsta, politiska valdið, kann gera sítt til at máa støðið undan álitinum á samgonguna, eisini í fullveldismálum.

? Í fullveldismálinum hava vit lagt alstóran dent á at hava eina skipaða gongd og at øll mál verða lýst út í æsir, so at vit finna útav fyrimunum og vansum áðrenn nakað verður sett í verk.

? Hetta hava vit lagt dent á fyri ikki at taka nøkur óráð fyri.

? Og hesin framferðarháttur eigur eisini at verða brúktur, tá ið talan er um aðrar broytingar.

? Annars missir samgongan trúvirðið.

Heini O. Heinesen sigur, at illgruni kann verða um, at slík høpisleys framferð, sum tann, ið ráðharrin í samferðslu hevur víst í málinum um Landsverkfrøðingin, er onki annað enn ein tilætlað provokatión fyri at fáa Tjóðveldisflokkin at slíta samgonguna.

? Men tað kann eisini verða ein smartur máti at máa støðið undan samgonguni uppá, fyri soleiðis at beina fyri fullveldisætlanunum. Tí tað er ongin, sum veit, um Finnbogi Arge ikki er sambandsmaður enn, sigur Heini O. Heinesen.

? Eg dugi heldur ikki at síggja, at hetta er í samsvari við samgonguskjalið uppá nakran máta.

? Rationaliseringum hava vit onki ímóti. Men vit hava avgjørt nakað ímóti, at tað verður gjørt, uttan at fyrimunir og vansar verða kannaðar.


Slíta ikki

Heini O. Heinesen sigur ,at Tjóðveldisflokkurin tí hevur biðið um samgongufund um málið.

Á miðdegi í gjár var ikki avgjørt, nær samgongufundurin skuldi vera.

Óvist er, hvørji krøv, Tjóðveldisflokkurin fer at seta á fundinum

? Tað er óvist, hvørji krøv, tað ber til at seta, tí gjørd ger fær onga vend.

? Og tað er bara landsstýrismaðurin, sum kann taka uppsøgnina aftur.

? Og umsitingin í Landsstýrinum hevur fingið so stórt vald nú, at tað er eisini ein spurningur, hvørji krøv flokkurin lógfrøðiliga kann seta.

? Men vit fara ikki at slíta samgonguna uppá málið um landsverkfrøðinginum.

? Tað hevði verið heilt meiningsleyst, tí so seta vit okkum uttanfyri alla ávirkan.

? Men samstundis er tað eisini heilt greitt, at tað er eitt mark fyri, hvussu nógv ein landsstýrismaður sleppur at bróta niður, áðrenn tað politiska umhvørvið í samgonguni er so niðurpínt, at tað tað hon verður ikki til bjarga.

? Men vit fara at gera greitt, at vit taka ikki undir við arbeiðsháttinum. Og vit fara at heita á løgmann og landsstýrismannin í vinnumálum um at leggja eina ætlan fram alment, og at viðgera hana í samgonguni og kanska á tingi við.

? Vit fara eisini at biðja teir vísa okkum á, hvørjir fyrimunir og vansar eru, áðrenn broytingar verða gjørdar, og at møguligar broytignar verða viðgjørdar saman við leiðslu, fakfeløgum, álitisfólki og øllum starvsfólki annars á stovnunum.

? Vit fara eisini at gera Løgmanni og landsstýrismanninum púra greitt, at vit taka ikki undir við hesum, og at vit eru stak misnøgd við, at slíkar stórar broytingar fara fram, uttan at orð ella eið í samgonguni, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum.