Kanska kavi men annars turt

Eitt lágtrýst sunnan fyri Føroyar fer í ein landnyrðing. Vestan fyri lágtrýstið streymar køld lugt við kavaælum móti oyggjunum av norðri og útnyrðingi. Um vikuskiftið koma nýggj brúgvaløg av suðri og útsynningi við óstøðugum, vindfullum og lýggjari veðri.

 

Jóladag vrður lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Okkurt kavaælið, serliga norðanfyri, men eisini sólglottar. Hitin um frostmarkið. Um náttina lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum seinni øtlar av eystri, 5 til 10 m/s. Turt og fyrst klárt, men seinni skýggjað og hitin millum 5 kuldastig og eitt hitastig.

 

2. jóladagin øtlar hann vindin út á dagin upp í andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl og hitin um dagin millum 1 og 4 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Sunnnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/w. Eitt bil makar hann vindin, men um náttina snarar hann í ein landsynning og øtlar hann upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men turt Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Mánadagin øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt og hitin millum 7 og 10 stig. Um náttina eitt bil regn av vestri, áðrenn hann snarar vindin í ein útsynning og makar hann niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin snarar hann vindin í ein landsynningi og øtlar hann upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, sum um náttina øtlar enn meiri, upp í skrið og møguliga upp í storm í hvirlunum. Fyrst turt og kanska onkrir sólglottar, men um náttina regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig.

 

Mikudagin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 10 til 15 m/s, og snarar í ein vestan, seinni útsynning. Regn, men tað klárar í í ein vestan, tó verða nøkur æl. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina niður í 1 stig.