Kappast í estetiskum fimleiki í Danmark

ÍF Føroyar Fimleikur kappast um Sælandsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki í dag

Tað er ikki bert í Føroyum, at føroyskar kvinnur íðka estetiskan fimleik. Sjey føroyskar kvinnur skulu nevniliga kappast um Sælandsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki, og er hetta við føroyska liðinum ´ÍF Føroyar Fimleikur´. Liðið hevur bústað í Keypmannahavn, og hevur fyrireikað seg til kappingina síðan oktobur. 

 

Kappingin verður hildin í Køge seinni í dag. Sambært facebook-síðuni hjá ÍF Føroyar Fimleiki eru kvinnurnar sera spentar.

 

Tær, ið manna ÍF Føroyar Fimleik eru:

Ruth Smith

Beinta Biskopstrø Joensen

Jeanni Petersen

Bjørg E. Ellendersen

Lindis Petersen

Turið Nattestad

Rakul R. Jógvansdóttir

 

Úrslitið frá kappingini verður lagt út á in.fo seinni í dag.