Kappast á nýggjum róðrarteini

Fjórði FM kappróðurin verður seinnapartin í dag. Tað verður kappast á jóansøku, sum hetta vikuskiftið er á Tvøroyri. Merkisvert við róðrinum í dag er, at tað hesa ferð verður kappast á nýggjum róðrarteini. Higartil hevur kappróðurin á jóansøku á Tvøroyri verið inneftir fjørðinum. Í dag verður kappast úr Trongisvági og úteftir fjørðinum. Endamálið verður tó á umleið sama stað, sum tað higartil hevur verið.

 

Tey, sum kenna til umstøðurnar á Trongisvági siga, at tað verður roknað við betri og meiri jøvnum róðrarumstøðum fyri allar bátarnar, enn tað áður hevur verið. Møguleikin fyri at alda og streymur skulu ávirka róðurin er ikki, nú tað verður kappast inni á deyðavatni.

 

Í morgun er hann høgur vestan á Trongisvági, og lotið er millum lítið og einki. Harvið eiga róðrarumstøðurnar at vera av teimum bestu.

 

Suðuroyingar eru serliga spentir uppá, hvussu tað fer at roynast hjá Suðuroyingi. Á norðoyasevnu vann Suðuroyingur, meðan suðuroyingarnir í Hvalvík og á Skála noyddust at lúta fyri óføru klaksvíkingunum.

 

Tað eru 32 ár síðani, at tvøramenn vunnu í heimasjógvi. Í 1981 vann Tvørabáturin. Næstsíðsti sigurin hjá teimum á Tvøroyri á jóansøku í heimasjógvi var í 1975, tá ið gamli Suðringur sigraði.

 

Barnaróðrarnir vera klokkan 13, og FM kappingin verður klokkan 15.

 

Barnaróður dreingir

7 Ternan

8 Junkarin

9 Beinta

10 Jómfrúgvin

 

Støðan

1 Junkarin 18

2 Jomfrúgvin 17

3 Beinta 14

4 Ternan 13

 

Barnaróður gentur

4 Royndin Fríða

5 Pílur

6 Beinta

7 Jallurin

8 Títlingur

9 Fípan Fagra

10 Firvaldur

11 Spógvin

12 Hulda

13 Falkur

 

Støðan

1 Fípan Fagra 20

2 Títlingur 17

3 Jallurin 14

4 Spógvin 13

5 Firvaldur 11

6 Hulda 5

7 Beinta 3

8 Falkur 1

9 Royndin Fríða 0

10 Pílur 0

 

 

5-mannafør dreingir

5 Firvaldur

6 Ternan

7 Fípan Fagra

8 Jallurin

9 Drekin 1G

10 Royndin Fríða 1G

11 Blikur

12 Sílið 1G

 

Støðan

1 Drekin 20

2 Royndin Fríða 17

3 Jallurin 15

4 Fípan Fagra 14

5 Blikur 9

6 Ternan 6

7 Sílið 2

8 Frúgvin 1

 

 

6-mannafør kvinnur

8 Rádni 1G

9 Jarnbardur

10 Lómur

 

Støðan

1 Jarnbardur 21

2 Rádni 17

3 Lómur 13

4 Herningur 11

5 Sølmundur 7

 

 

5-mannafør kvinnur

6 Drekin

7 Ørnin

8 Falkur

9 Havfrúgvin

10 Teistin

11 Tjaldrið

 

Støðan

1 Havfrúgvin 21

2 Teistin 16

3 Falkur 15

4 Ørnin 13

5 Tjaldrið 10

6 Drekin 2

7 Hvassi 1

 

 

6-mannafør menn

5 Rádni

6 Tvørabáturin

7 Strálan

8 Gongurólvur

9 Jarnbardur

10 Sølmundur

11 Herningur

12 Riddarin

13 Lómur

 

Støðan

1 Jarnbardur 19

2 Sølmundur 18

3 Gongurólvur 17

4 Herningur 11

5 Strálan 9

6 Tvørabáturin 5

7 Riddarin 5

8 Lómur 0

9 Rádni 0

 

 

5-mannafør gentur

6 Firvaldur

7 Jallurin

8 Blikur

9 Erla Kongsdóttir

10 Sílið

11 Ørnin

12 Spógvin 1G

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 21

2 Blikur 15

3 Sílið 15

4 Ørnin 12

5 Jallurin 9

6 Spógvin 6

7 Tjaldrið 2

8 Firvaldur 2

9 Tambar 1

 

8-mannafør

8 Miðvingur

9 Argjabáturin

 

Støðan

1 Argjabáturin 20

2 Miðvingur 19

3 Gullbrandur 10

 

 

10-mannafør

8 Suðuroyingur

9 Klaksvíkingur

10 Havnarbáturin

 

Støðan

1 Klaksvíkingur 20

2 Suðuroyingur 19

3 Havnarbáturin 15