Kapping fyri børn um at vera snild við ruski

Í ár verða føroysk børn við í stórari kapping ímillum 290.000 børn um at gagnnýta rusk

Hvussu kunnu vit loysa avbjóðingar í framtíðini við ruski?

Tað er spurningurin, 290.000 børn úr fleiri londum, fara at kappast um at svara í stóru First Lego League kappingini í ár.

Kappingin er fyri børn í aldrinum 9-16 ár, har børn í yvir 80 londum fara at granska í, hvat kann fáast burtur úr ruski, heilt frá ruskinnsavning og ruskskiljing til snilda framleiðslu og endurnýtslu – men tey skulu eisini vita um tað ber til at avmarka nøgdina av ruski

First Lego League eggjar børnum og ungum at hugsa sum granskarar og verkfrøðingar og í ár er evnið rusk við undirheitinum: Hvussu kunnu vit minka ella gagnnýta rusk, so minni fer til spillis?

Kappingin varar í mesta lagi átta vikur og krevur ongar forkunnleikar. Í mesta lagi 10 børn kunnu vera á hvørjum liði, tað kunnu vera skúlabørn, ella børn, sum taka seg saman í eitt lið, har tey fáa púra fríar hendur at finna upp á. 

 

Á myndini eru tað Legoholics av skúlanum á Argjahamri, sum kappast við tólmennum í kappingini í fjør.