Kapping í kúluvarpi

Frælsur ítróttur: Um vikuskiftið var kapping í kúluvarpi á Toftum

Leygardagin 4. apríl var ársins fyrsta kapping í kúluvarpi fyri bæði kvinnur og menn á Toftum, og hóast rættiliga nógvan og kaldan vind, so vóru úrslitini væl betri enn ein kundi væntað so tíðliga á árinum.

Kappingin hjá kvinnum bleiv vunnin av Ingibjørg Poulsen úr Saltangará við 9,40 m. Hetta er nýtt føroyskt met. Hon átti sjálv tað gamla metið sum var 9,07 m. Randi Kúrberg úr Havn gjørdist nummar tvey í kappingini hjá kvinnum við 7,45 m. Hetta er næstbesta kapping, Randi hevur havt.

Tey góðu úrslitini hjá kvinnunum eru óivað eitt úrslit av tí miðvísu venjing, sum hevur verið allan veturin á keiini inni á Sundi.

Hjá monnunum vann Heri Ziska av Strondum við 11,86 m. Hetta er væl styttri enn tá hann setti føroyskt met á Jersey seinasta summar. Tá varpaði hann kúluna 13,20 m. Nummar tvey hjá monnunum gjørdist John Erik Johannesen av Toftum í síni fyrstu kapping. Hann varpaði kúluna 8,83 m og er tað eitt stak gott úrslit fyri ein »nýbegynnara«.

Næsta kapping innan frælsan ítrótt á bana verður longu 9. mai. Tá verður møguleiki fyri at renna 100 m og 1500 m, og harafturat kann ein royna seg í longdarlopi og í kúluvarpi.

Um onkur hevur hug at venja kúluvarp undan kappingini, kann viðkomandi ringja til Hera Ziska á tlf. 283895 ella koma inn á keiina á Sundi týsdag ella hósdag kl 6.45.