Kappingareftirlitið hevur latið ársfrágreiðingina fyri 2010, Ársrit 2010, úr hondum. Yvirskipaða evnið í ársritinum er kapping á smáum marknaðum, sum tí føroyska, og tær avleiðingar, sum hetta hevur fyri kappingina her hjá okkum.
Kappingarráðið stuðlaði í fjør eina kanning av prísstøðinum í Føroyum. Kanningin vísti, at Føroyar eru dýrasta landi í Evropa at liva í. Í ársritinum verður víst á, at neyðugt er at fáa kapping á politisku dagsskránna, um vit skulu gera okkum vónir um batar á hesum økinum. Greitt verður frá, hvussu virkin kapping kann stuðla vinnuligari menning og búskaparvøkstri.
Aðrar greinar viðgera, hvussu meiri kapping hevur við sær økta vælferð í landinum. Spurningurin um almenna útbjóðing verður eisini viðgjørdur.
Ársritið lýsir eisini nøkur av teimum kappingarmálum, sum vórðu viðgjørd í 2010, og viðger lógarbroytingar, sum kunnu hugsast at betra um kappingarstøðið í Føroyum.
Ársritið kann heintast á heimasíðuni www.kapping.fo