Kappingareftirlitið staðfesti í frágreiðingini »Oljumarknaðurin í Føroyum – frágreiðing um sølu av brennievnum í Føroyum«, sum varð almannakunngjørd í 2016, at føroysku oljuprísirnir vóru høgir, og at vantandi kapping helst var orsøkin.
Kappingareftirlitið mælti tá til at skapa umstøður fyri betri kapping við at áleggja verandi oljufeløgum eina samhandilsskyldu í sambandi við heilsølu av olju. Hetta vildi gera tað lættari hjá nýggjum feløgum at koma inn á marknaðin fyri smásølu av olju, skrivar Kappingarráðið á heimasíðuni.
Kappingareftirlitið hevur síðani frágreiðingina hildið eyga við føroysku oljuprísinum. Prísirnir eru dagliga tiknir niður av heimasíðuni hjá oljufeløgunum, og við millumbilum samanbornir við viðkomandi samanberingar grundarlag.
Nú oljuprísirnir eru alsamt frammi í fjølmiðlunum, hevur Kappingareftirlitið valt at leggja tey hagtøl fram, sum Kappingareftirlitið hevur í varðveitslu.
Í fyrstu syftu er talan um ávikavist prísgongdina á bensin, diesel og gassolju, sum verða samanborin við prísgongdina á Brent ráolju. Talan er um hagtøl, sum leypandi verða dagførd á heimasíðuni.
– Kappingareftirlitið fer at leggja meira tilfar út seinni, skrivar Kappingarráðið.
Hagtølini kunnu síggja her