– Vit hava longu lækkað ferðaseðlaprísirnar, tann bíligasti er 699 krónur. Men tað er klárt, at tað útboðið verður størri, so lækkar prísurin.
Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, sum í gjár kunngjørdi roknskapin fyri í fjør, ið vísti eitt avlop upp á 28 milliónir krónur.
– Men prísurin lækkar bara til vist – til hann finnur sína legu, sigur Niels Mortensen.
Trýstið á pílin á myndini og hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen gjørdi til tíðindini á Rás2