Kappingin gjørdist ov hørð

Tað varð sum hjá Erik Oluf Andersen, sum John Mogensen sang um í síni tíð. Distancen blev for hård og konkurrencen var for strid, so føroyska ferðaskrivstovan í Vester Farimagsgade 4 -6 í Keypmannahavn letur nú aftur

Blue Atlantic - Føroyaferðir, sum hevur hildið til mitt í Keypmannahavn og selt ferðaseðlar til Føroya, letur nú aftur.

Sigurð Bech, stjóri, sigur við Sosialin, at grundin er tann einfalda, at kappingin er vorðin ov hørð til, at ein so lítil ferðaskrivstova kann klára seg.

Fyritreytirnar eru nógv broyttar, síðan latið varð upp fyri hálvum øðrum ári síðan, sigur Sigurð Bech.

Tað gingu bara einir fýra - fimm mánaðir, frá tí, Blue Atlantic lat upp, til Smyril Line lat upp eina aðra ferðaskrivstovu.

Talan var annars í byrjanini um eina marknaðarskrivstovu heldur enn ferðaskrivstovu, sigur Sigurð Bech.

Og Nú hevur Atlantsflog latið sína egnu skrivstovu upp í hølunum hjá Føroysku viðskiftastovuni í Hovedvagtsgade.

So har gjørdist ikki annað, sigur Sigurð Bech, enn at lata aftur, meðan væl er.

Tað er ikki soleiðis, sigur Sigurð Bech, at afturlatingin ger, at nakar missir nakað.

Allir ferðaseðlar, sum seldir eru, eru avgreiddir endaliga, og allir kundarnir hjá Blue Atlantic eru yvirførdir til Atlantsflog.

Sostatt stendur eingin við eini bílegging, sum fer fyri einki, sigur Sigurð Bech.

Hann sigur, at Atlantsflog hevur fólk í Keypmannahavn, sum í løtuni arbeiðir við at skráseta allar kundarnar hjá Blue Atlantic.

So tey, sum hava bílagt ferðaseðil heim til jólar, til dømis, men ikki goldið og avheinta hann, hava ikki fyri neyðini at óttast, at tey ikki sleppa heim.

Her er einki drama, sigur Sigurð Bech. Øll hava fingið sítt.

Annars sigur Sigurð Bech, at eitt dansk ferðamannafelag, Festival Tours, fór á húsagang í vikuni. Og har er ørðvísi vorðið við kundunum, sum sita fastir uttanlands og ikki sleppa heimaftur.

Sjálvur sigur Sigurð Bech, at hann hevur fingið boðið annað starv í ferðavinnuni, har hann helst fer at selja ferðaseðlar til Føroyar.

Hann leggur ikki í at upplýsa, hvar hann fer at arbeiða. Men sum skilst er tað hvørki hjá Atlantsflog ella Smyril Line.