Jan Müller
Enn hava hvørki oljufeløgini ella myndugleikarnir gjørt av, hvar komandi oljuútgerðarhavnin skal liggja. Tað ljóðar, at operatørarnir hava havt fund um m.a. henda spurningin, nú teir vilja royna at arbeiða saman á summum økjum fyri harvið at minka um útreiðslurnar. Sum skilst er eingin avgerð tikin um, antin oljuútgerðarhavnin skal vera á Sundi, í Runavík ella á Drelnesi. Men tað fyriliggja so tríggjar meira ella minni lidnar verkætlanir fyri hesi trý økini. Og tað kundi verið okkurt, sum bendir á, at vit eru inni í nøkrum, sum líkist endaspurtinum í hesi heldur óvanligu kapping.
Tað er greitt, at tað verður ikki tað heilt nógva virksemið í leititíðarskeiðnum. Men brúk er fyri eini havn í sambandi við boringarnar. Spurningurin er so, um staðið, ið verður valt nú eisini kemur at verða framtíðar føroyska oljuútgerðarhavnin. Okkurt er, sum kundi bent á tað. Myndugleikarnir hava so fyribils ikki viljað tikið avgerð um, hvar útgerðarhavnin skal vera. Tað verður tí helst upp til teir fýra operatørarnar at finna eina loysn. Og arbeiða teir saman, so skulu teir eisini semjast um eina havn.
Nýggjan stjóra
Atlantic Supply Base í Runavík er ein av hesum trimum verkætlanum og hevur fyritøkan júst fingið nýggjan fyribilsstjóra. Tað er Kenneth Rasmussen, sum starvast hjá El-Service. Hann er útbúgvin elektrikari og maskinmeistari. Kenneth, sum longu hevur eitt bein í oljuvinnuni, nú El-Service er við og ætlar sær at vera við í komandi oljutilgongdini, sigur, at hann fer at taka sær av hesum arbeiðinum, til teir vita nakað meira ítøkiligt um ætlaninar hjá oljufeløgunum. Verður Rúnavík vald til oljuhavn verður so fulltíðarstjóri settur.
Kenneth tekur við eftir Teit Poulsen, sum hevur røkt stjórastarvið í Atlantic Supply Base nú í eina tíð, meðan fyrstu fyrireikingarnar hava verið gjørdar. Kenneth skal nú arbeiða víðari við hesum fyrireikingum. Sum skálamaður og eystringur sær hann fegin, at oljuútgerðarhavnin kemur til oynna og enn neyvari, til Runavík. Hann heldur ikki, at tað er so nógv virksemi í økinum, at tað ikki eisini er pláss fyri supplyvirksemi eisini. Her minnir hann á, at fyrr var nógv meira arbeiði á skipasmiðjuni, og tí kemur tað væl við, um oljuvinnan gerst partur av komandi vinnulívinum á fjørðinum og oynni annars.
Kenneth veit væl, at tað enn eingin avgerð er tikin um, hvar oljuúggerðarhavnin skal liggja. Hann heldur tað er í lagi við kapping millum fleiri havnir og vil eisini gera sítt til, at tað verður Runavík, sum fer við sigrinum. ? Vit halda okkum hava góðar fortreytir fyri at hýsa einum slíkum virksemi. Tað eru ikki færri enn 18 fyritøkur við í verkætlanini og umboða tey 600 størv innan nógvar ymsar greinar, og kunnu harvið bjóða nógvar vørur og tænastur fram til oljufeløgini.
Hann viðgongur, at hetta er nakað nýtt fyri bæði seg og fyri Føroyar sum so, og tí eru teir eisini noyddir at samstarva við tey oljufeløgini, sum ætlandi koma til at hava sítt virksemi á eini oljuútgerðarhavn.
Fyrimunir
? Men hví skulu oljufeløgini velja Runavík framum Sund og Drelnes spurdu vit unga skálamannin?
? Vit meta okkum hava nakrar fyrimunir. Tað er veðurgott her, hetta er ein góður fjørður. Verandi facilitetir eru góðir og mong virki hava sett pengar í felagið, sum er føroyskt burturav. Dentur verður lagdur á, at tað eru føroysk virki, sum eru við her.
Kenneth Rasmussen sigur, at tað verður arbeitt uppá at gera havnina klára eisini til komandi oljuvinnu. Sjálvur bryggjukanturin verður gjørdur soleiðis, at hann hellur inneftir fyri harvið at fáa alt dálkandi tilfar inn í ein brunn á havnaøkinum. Hervið verður einki dálkandi koyrt í havið. Kenneth vísir eisini á, at teir á øðrum økjum hava hugsað um umhvørvið, eitt nú hava teir fingið til vega ein hóskandi bygning til at goyma spreingievni og møguligt radioaktivt tilfar frá eini boring. Hvat viðvíkur plássi, so hava teir eisini í hyggju at brúka eitt stórt øki nær Rituvík til útgerðarvirksemi. Havnaøkið sjálvt er ikki nóg stórt, um og tá talan verður um størri virksemi frá framleiðandi feltum. Nevndarformaður í Atlantic Supply Base er Niels Sørensen.
Sosialurin skilur annars, at bæði á Sundi og á Drelnesi hava tey fyrireikað seg til at vera við í endaspurtinum um at gerast oljuútgerðahavn, nú leitingin skjótt fer í gongd.