Kappróðrarbátur holvdist í Sørvági

Kappróður: Eingin mannskaði hendi, og manningin varð beinavegin tikin upp

Kappróðurin á vestanstevnu í Sørvági, sum skuldi vera klokkan 15, er útsettur til klokkan 16.

 

Nú hevur Róðrarsamband Føroya í samrøðu við Kringvarp Føroya greitt frá, hvør orsøkin er til, at róðurin er útsettur.

 

Fyrsti róðurin skuldi vera millum Master manningar 6-mannafør við kvinnum, men tað verður eingin róður, tí ein av bátunum holvdist úti á 1000 metra málinum, og øll manningin fór fyri borð.

 

Umboð fyri RSF greiðir frá, at tá ið teir riggaðu til og skuldu tátta startin, holvdist ein av bátunum, og øll manningin fór á bláman. Vit skilja á keldum í Sørvági, at talan er um 6-mannafarið Sjóherja hjá kappróðrarfelagnum Knúki í Eysturkommunu. Á myndini, sum Álvur Haraldsen myndamaður í Miðlahúsinum hevur sent úr Sørvági, sæst báturin, tá ið hann varð sleipaður til lands.

 

Báturin lá tvørur, og starturin kom undir árarnar, og so holvdist báturin.

 

Róðrarsamband Føroya sigur, at øll manningin varð skjótt fingin úr sjónum og stimað inn á land, og so varð syrgt fyri, at tær fingu heit klæði og ta hjálp, sum er neyðug í sovornum føri.

 

Óhappið, ið tíbetur spældi so væl av, sum tað gjørdi, ber við sær, at kappingin millum Mastermanningarnar 6-mannafør kvinnur ikki verður í dag.

 

Kappróðurin er útsettur í ein tíma. Tað vil siga, at flaggtíðin til fyrsta róðurin verður klokkan 16.10.