Kappróðrarkappingin Ódnartøk verður leygardagin

Kappast verður í øllum róðrum.

Nú nærkast til fyrstu kappingina í tiltakinum Ódnartøk á vestaru vág í Havnini.

 

Teitur Samuelsen, ein av fyriskiparunum, váttar fyri in.fo, at nóg mikið av bátum hava teknað seg til kappingina, so eingin ivi er um, at hon verður.

 

Enn er ikki heilt greitt, hvussu nógvar bátsmanningar hava teknað seg, men Teitur Samuelsen sigur, at talan ikki er um líka nógvar luttakarar sum til FM.

 

Kappast verður í øllum róðrum, tó sigur Teitur Samuelsen at fá 8-mannafør og 5-mannafør við dreingjum hava meldað seg til higartil. Við tað, at avgjørt er, at hava kappingina, so er enn møguleiki at melda seg til.

 

Onkrir bátar vera við, sum vit ikki hava sæð í FM í ár. 10-mannafarið Fuglfirðingur er mannað, eins og at 6-mannafarið Sundabáturin luttekur bæði hjá monnum og kvinnum.

 

Róð verður frá Skipasmiðjukeiini og út á ískeiina, ein teinur upp á eini 140 metrar.

 

- Hetta er at líkna við 100 metra rennikappingar. Vit vænta, at tað verða um 5 minuttir millum hvønn start, so tiltakið er sera áskoðaravinarligt. Harumframt er tað ókeypis, sigur Teitur Samuelsen.