Jógvan vaks upp í einum gudsóttandi heimi og tí gamla føroyska umhvørvinum, sum var uppi í Hoyvík við arbeiði í bø, haga og báti. Tey lærdu arbeiðssemi, sparsemi og røkiskap. Øll sýndu tey ein fyrimyndarligan atburð í lívinum. Tey bóru í tolni tann mótburð, sum lagnan gav teimum.
Jógvan var álvarsamur og stillførur. Álítandi og av raskastu monnum til arbeiðis. Stóran tokka og alsk hevði hann til føðilandið. Heim afturkomin úr útlandinum hevði hann mangan fyri munni: “Fyri føroyingar eru Føroyar bestar.”
Jógvan var føddur 14. februar 1836. Hann fór til skips 18 ára gamal. Í 1857 fer hann 21 ára gamal av landinum. Hann var úti í heim og sigldi. Hann tykist at hava verið so langt burtur sum í Australia. Hann tók skiparaprógv í Danmark í 1867.
Í 1871 var hann stýrimaður á skonnartini Gylfe hjá Jørgen Bech&Sønner í Klaksvík.
Gylfe varð nýtt bæði til farmasigling og fiskiskap. Reiðari var tann hjá okkara lesarum kendi Faktorin, Johan Christian Djurhuus.
Í 1872 fer Jógvan at føra Gylfe til fiskiskap, og førir hann skipið til 1878. Tá var Gylfe besta skipið til fiskarí. Teir nýttu drívsegl, tá ið teir fiskaðu. Tískil rak skipið ikki skjótari enn tað bar til at fiska við snørinum. Eisini førir hann viðhvørt Bikuben hjá sama reiðarí í farmasigling.
Giftist við Emmu
Í 1872 giftir Jógvan seg við Christinu Emmu Theodoru Hansen, f. 1841, úr Havn.
Foreldrini hjá Emmu vóru Hans Johansen (1819-1857) og Johanna Joensdatter (1813-1902). Um Hans vita vit ikki nógv annað enn, at hann var ættaður av Lag og var jekari á skansanum. Foreldrini hjá honum vóru Johan Hansen og Susanna Christiansdatter.
Hans átti bert ein beiggja, sum fekk eftirkomarar. Hetta var Eliesar f. 1831. Hann var handilsstjóri hjá Skibsted. Ein sonur hansara var Karl á Lag, sum gjørdist kendur handils- og vinnulívsmaður í Havn. Ein abbadóttir uttan fyri hjúnarlag gjørdist Andrea Árting, kend sum fakfelagskvinna. Hon var dóttir Jákup, son Eliesar. Hann doyði í 1900 í Keypmannahavn, 40 ára gamal. Hann stendur fyri at hava verið blaðstjóri. Mamma Andreu var Susanna Rasmussen (1873-1940).
Johanna, mamma Emmu, var dóttir Joen Michelsen og Maren Johannesdatter. Ein beiggi hennara var Hans Pauli Joensen, handilsmaður í Havn. Hann var pápi Hans Joensen, sum framvegis er eitt kent handilsnavn í Havn. Hansara søga hevur verið umrødd í hesi røð.
Fyrsta barnið hjá Hans og Johannu er Christianna Emma Theodora, sum verður fødd 19. september 1813. Seinni komu tríggjar systrar afturat, sum verða umrøddar seinni í hesi grein.
Letur byggja skip
í Týsklandi
Beinanvegin Jógvan kom heim aftur, fór hann sum tann fyrsti í Føroyum at arbeiða fyri at fáa settar upp vitar her á landi og varð málið tá reist í løgtinginum. Men hann upplivdi ikki at síggja fyrsta vitan verða tendraðan.
Á heysti 1878 verður Gylfe seld til Íslands, og Jógvan var við at føra hana yvir. Henda ferðin var ikki tespulig. Teir fóru av Klaksvík 11. oktober og kom ikki til Reykjavíkar fyrr enn 6. november. Jógvan segði seg ikki hava verið á sjónum í verri veðri.
Nú hevur Jógvan einki skip at føra. Heim afturkomin ferðast hann um landið at tekna partapening til eitt felag, hann ætlar stovna við tí endamáli at byggja nýtt skip.
Í 1879 fer Jógvan til Hamburgar fyri Siemens Handil í Tinganesi eftir einum skipi til teirra, Kate.
Í hesum sambandi skrivar Jógvan undir sáttmála við skipasmiðju um at byggja tveymastrað skip úr eik.
Jógvan kemur á Havnina fyri ólavsøku 1879 við Kate, men seinni á heysti fer hann til Týskland at vera hjástaddur, meðan bílagda skipið verður bygt. Hetta er Delfinin, sum er 75 føtur long, 18 føtur breið og 9 føtur djúp. Tonsatalið er fyrst 70,92 og við seinni uppmáting 84,87 tons.
Tann 20. juli 1880 kom Delfinin á Havnina sum fyrsta fiskifar, ið føroyingar høvdu latið bygt í útheiminum. Hon kostaði kr. 13.719 krónur umframt 3%, 492 kr., í tolli. Hetta gjørdist eisini fyrsta føroyska skip í klassa, nevniliga í Bureau Veritas.
Nú verður partafelagið Fremad stovnað, og hetta felag yvirtekur skipið. Í fyrstu nevndini eru C.C. Danielsen, seinni kendur sum sparikassastjóri, og Jógvan sjálvur. Hvørt partabræv var kr. 500, sum var nógvur peningur. Lán fekst ikki tá í tíðini, so her var neyðugt at tekna ivaleyst. Partapeningurin gjørdist eisini 19.000 krónur. Hetta vísir, at menn hava havt álit á Jógvani.
Millum partaeigararnar vóru nógvir góðir menn og ein kvinna, nevnliga Emma, kona Jógvan. Her vóru eisini menn frá Restorff fyritøkuni sum A.W. Restorff og Rudolf Andersen. Annars vóru teir alla staðni frá í landinum.
Fekk bert fimm ár við Delfinini
Jógvan fór at føra Delphinen. Fyrsta árið var bert tíð at fara ein túr yvir á Eysturlandið. Árini 1881-1884 varð fiskað á Norðhavinum til einaferð í apríl. So var farið yvir á Vesturlandið, og aftaná tað á Eysturlandið í Íslandi fram til oktober, alt sum veðrið var.
Í 1882 misti Jógvan tveir mans inni á Norðfjørðinum. Teir vóru Jákup Pauli Joensen av Eiði og Anton Abrahamsen úr Oyndarfirði. Teir róðu út við bátum, og ein bátur hálvdist. Tveir mans vóru bjargaðir. Hetta ár var annars eitt skaðaár fyri føroyingar. Tá gingu Bella og Løvenørn burtur við 32 monnum.
Aðrir trupulleikar, teir høvdu at stríðast við, vóru smáligir íslendskir sýslumenn, tá ið teir komu inn í Íslandi.
Heilsan farin
Tá var vanligt at fara til Bilbao í Spanien við veiðuni, og hetta lá væl fyri við hesum nýggja skipi. Hetta gav nógv hægri prís fyri fiskin.
Men í 1884 kundi Jógvan ikki fara. Heilsan var farin at bila. Hann hevði longu so veikt bróst, at hann mátti brúka eina floytu ella bjøllu at geva manningini boð um tað, sum skuldi gerast.
Skipari tá, og 27 ár fram, gjørdist Poul Niklái við Ryggjagarð í Nólsoy, og fóru teir til Spanien við fiskinum.
Jógvan bert versnaði og 14. juli 1885 doyði hann. Umstøðurnar vóru ikki góðar í húsinum. Fimm vóru børnini, og tað yngsta var nýføðingur. Jógvan sendi boð inn í Heiðar eftir hálvsystir síni Malenu, ið var gift við Jógvani Petersen á Høgabóli, og spurdi hana, um hon ikki kundi taka sonin Símun aftur við sær og hava hann.
“Komi eg fyri meg aftur, skal eg løna tær væl, men skal eg hiðani, skal Várharra løna tær,” segði Jógvan við systrina. Hann kom so at vaksa upp hjá fastrini, og gjørdist navnframur vinnulívsmaður. Ein av eftirkomarunum Sverri Joensen hevur skrivað áhugaverdu ættarsøguna “Á Høgabóli.”
Jógvan hevði fingið grundstykki við Tinghúsvegin, men náddi ikki at byggja húsini liðug, áðrenn hann doyði, men Emma bygdi húsini liðug.
Húsini blivu kallað Simonsens hús. Í dag eru tey kend sum Sloans hús.
Børnini hjá Emmu og Jógvan vóru:
Amalia (1874-1888)
Hans (1875-1880)
Símun (1877-1947)
Johannes (1880-1957)
Vilhelm (1882-1951)
Johan (1884-1910)
Trý av børnum Amalia, Hans og Johan doyðu ung. Bert tvey av børnum fingu eftirkomarar, og tey vóru Jóhannes (Klett) og Símun.
Tað gekk heldur ikki væl hjá Emmu. Hon fekk eisini tuberklar og doyði 14. februar 1888. Hildið verður, at hon eins nógv doyði av sorg.
Tá búgvið kom til viðgerðar í skiftirættinum var hálvbeiggi Jógvans, Johan í Hoyvík, settur at vera verji hjá børnunum.
Alt í búnum varð selt á uppboði. Nakað væl hava tey átt av ognarlutum. Tað vóru ikki færri enn 264 vørunummur í búgnum. Hetta varð selt fyri kr. 725,29. Húsini vóru seld fyri kr. 2.320.
Jógvan, ella Kaptein Simonsen, sum hann vanliga varð nevndur, eigur at verða taldur millum teirra, ið ruddi rás og kveikti lív í tann føroyska sluppfiskiskapin. Hann var teirra millum, sum løgdu støði undir góðan føroyskan sjómansskap, føroyskan fiskiskap og føroyska sigling. Hann vandi nógvar ungar føroyingar upp á skipsdekki. Hann lat komandi ættarliðið við sínum stillføri og síni tign sína mentan, vitan og royndir innan sigling og sjómansskap.
Clotilda misti dreingin beint áðrenn tey skuldu giftast
Hini børnini hjá Emmu og Jógvan fóru til systrar hjá Emmu at vera. Ættin hevur víst teimum virðing við at hava reist teimum prýðiligar gravsteinar, sum vit kunnu lýsa í hesi grein.
Johannes vaks upp hjá mostrini Clotilde, kallað Tilda. Sum ungur var hann telegrafistur í Havn. Síðani fór hann at handla og átti Dungagarð í Havn. Hann fekk sær eftirnavnið Klett.
Tilda var ógift. Hon keypti sær húsini uppi í Knútsstovu á Høgareyni, har hon hevði café og handil. Í sínum ungu døgum var hon nógv í húsinum hjá Enokki Bærentsen, sum búði í Arnesminde og handlaði har. Hon var húsfólk har og hevði Johannes hjá sær.
Marin misti bæði síni fosturbørn
Johan og systirin Amalia fóru til mostrina Marin, sum búði í barndómsheiminum undir Kletti saman við mammuni Johonnu. Men Amalia doyði longu sama árið, sum mamman. Johan fór niður á læraraskúla á Jonstrup Seminarium. Hann gjørdist lærari í Fuglafirði. Men eftir eitt ár doyði hann á sanatoriinum í Hoydølum tann 20. mai 1910, bert 25 ára gamal. Marin kom at liggja undir liðini á Johan í kirkjugarðinum.
Marin var so ófør at seyma, og hon seymaði nógv fyri havnarfólk. Bæði havnargentur og bygdargentur gingu til hennara at læra at seyma.
Hugnaligt og vakurt var í heimi hennara. Í stovuni vóru eggklingrut borð og fýra stólar, drignir við floyalsklæði í Chr. 8 stíli. Fram við bróstinum stóð ein sera vøkur chaiselong, drigin við svørtum klæði av rossahári.
Á einum brósti hingu myndir av Alexanduri 3.zari av Russlandi og drotning hansara Dagmar, dóttir Christian 9. av Danmark, báðar í gyltum rammum.
Á hinum bróstinum hekk ein mynd av franska keisaranum Napoleon Bonaparta og drotning hansara Mariu Louisu úr Eysturríki. Millum tey stetlaði lítli sonur teirra. Undir myndini stóð prentað: "Kongen af Roms første skridt."
Ein fjórða mynd hekk eisini á bróstinum í stórum gyltum ramma. Hon var av Jesusi, tá ið hann var stokkin inn á gólvið hjá Martu og Mariu.
Marin segði seg ikki vera gamla gentu, hóast hon ongantíð var gift. Hon hevði verið trúlovað, og alt stóð til reiðar til brúðleypið. Brúðgómurin kom ein dagin, hann skuldi fara norður til Klaksvíkar í innanoyggjasigling, niðan til hennara og vildi síggja hana í brúðarkjólanum. Hon so gjørdi.
Hann fór so norður til Klaksvíkar og á vegnum slerdi hann út og druknaði.
Eftir kirkjubókini hendi 3. September 1876 tann vanlukka, at “ungkarl, skibsfører Jørgen Frants Hansen, 30 Aar, faldt over Bord paa Rejse fra Thorshavn til Klaksvig og druknede.” Hetta bendir á, at brúðgómurin var Jørgen Frants í Baianstovu, sonur kallsmannin Hans Jacobsen og Christine Jakobsdatter. Jørgen Frants var føddur 12.oktober 1845.
Ella gjørdist vermóður Knud Lambaa
Tað er ikki nógv vit vita um Ellu, men har fór Vilhelm at vera. Ella var gift við Birgar Samuelsen. Dimmalætting skrivaði hesi minningarorð um hann:
“B.A. Samuelsen er født i Haldersvig og fik sin første Købmandsuddannelse hos den meget afholdte Købmand Hans Peter Abrahamsen i Haldersvig, der drev Filialforretning for A.W. Skibsteds Handel i Thorshavn.
I ung Alder flyttede B.A. Samuelsen til Thorshavn, hvor han blev Handelsbetjent i A.W. Skibsteds Forretning sammesteds. I denne Forretning havde han Ansættelse i otte Aar, indtil han etablerede sig egen Forretning i Thorshavn. I bedste Alder blev han angrebet af Lungetuberkolose, men forsatte desuagtet Forretningen i nogen Tid ved anden Hjælp, medens han selv søgte Helbredesle for sin Sygdom, dels udenfor Færøerne. Han kom i sin Forretning i forbindelse med mange Mennesker og skaffede sig ved sin vindende Personlighed mange Venner.
Han var medlem af Føringafelags første Bestyrelse og var Foreningens første Kasserer. B.A. Samuelsen var meget national, men lededes i saa Henseende af Kærlighed til sine Fødeøer og færøsk Sprog. Derimod nærede han aldrig Uvilje, langt mindre hadskhed, til anden Side.
Han var fra sin Ungdom en religiøs Mand, men han var ingen “retningsmand.” Sin Fødebygds Kirke skænkede han en pæn Lysekrone. Han havde sine meningers Mod, var elskværdig i alle Maader at være paa, og hans Udtalelelser, selv om de kunde være af en vis Skarphed, stødte ikke. Alle vi som kendte ham godt vil bevare hans Minde og savne ham.”
Vilhelm tók við handlinum eftir fosturpápan.
Keldur:
Sverri Joensen og Niels J. Arge
Vit ynskja ættini eina góða ættarstevnu.
Vit koma seinni við at hava frásøgn frá ættini í Miðvikuni
Komandi partur
Komandi partur er um Svend Olsen. Sonur hansara Óla Svend gjørdist ein kendur ævintýrari