Karaokekvøld

   

Leygarkvøldið tann 13.sep. verður eitt øðrvísi slag av dansi í Badmintonhøllini í Havn. Tað er nevniliga talan um eitt sokallað "KARAOKEKVØLD". Tað fer fram á tann hátt, at hevur tú hug at syngja eitt gott lag, so kanst tú koma upp á pallin og syngja tað. Og um tú ikki dugir lagið til fulnar, ber til at fylgja við á stórskíggja. Áskoðararnir kunnu á sama hátt síggja tekstin á stórskíggjanum, og sostatt ber eisini til hjá teimum at tralla við. Tað er hetta ,sum ger tiltakið øðrvísi og sera skemtiligt. Mong vóru tey, sum lurtaðu, tá ið tey sungu KARAOKE í "Barometrinum", ein sending sum ÚF skipaði fyri í summar. Nú ber so til at uppliva hetta framúr stuttliga tiltakið "LIVE". Sjálvt um hetta bert er til gaman, fær besti KARAOKE sangari tó ein vinning, nevniliga ein flogseðil aftur og fram til Danmarkar frá Maersk-air. Frásøgufólkini verða tey bæði úr "Barometrinum" Heri Jacobsen og Elin í Stórustovu. Bussar koyra til Badmintonhøllina. Tiltakið byrjar kl.23:30 og dyrnar lata aftur kl. 04:00.