Í nátt doyði Kári á Rógvi, professari á Fróðskaparsetri Føroya, 41 ára gamal eftir stutta skjúkralegu.
Kári varð føddur 4. mai í 1973. Hann varð útbúgvin løgfrøðingur á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1998. Í 2009 vardi hann ph.d. ritgerð á Háskóla Íslands. Í 2014 varð hann settur í starv starv sum professari á Fróðskaparsetri Føroya.
Kári á Rógvi varð valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í 2008, tá hann var fyrstvaldur við 572 atkvøðum. Hann sat á tingi fram til valið í 2011, og frá oktober 2010 til november 2011 var hann formaður í flokkinum.
Av øðrum álitissessum kann nevnast, at Kári var skrivari í Grundlógarnevndini og næstformaður í Stýrisskipanarnevndini. Eisini var hann við til at fyrireika lógarkarmin undir fasta gerðarrættinum. Hann hevur verið høvundur og medhøvundur til fleiri bøkur og lógarrit.
Kári hevði sera fjøltáttað áhugamál. Ikki minst dámdi honum væl í føroysku náttúruni. At fáast við seyð, skjóta harur og fugl vóru fastir tættir, og tá løturnar vóru til tað, var hann úti á Bjørgum í Vestmanna.
Kári var sonur Eyðun á Rógvi og Sunnevu Dalsgaard á Argjum. Hann var giftur við Jóhonnu á Rógvi (f. Kristiansen) , og áttu tey børnini Bragi, Brest og Bryndis.