Tíðindaskriv frá Tutl:
Útgivið 30. januar 2026 umvegis Plátufelagið Tutl
Bankakreppa í valsi
Tónleikurin – ein valsur – illustrerar kensluna av vónloysi og kaos, tá ið spælt verður við okkara pengar. Ein valsur, sum byrjar óskyldigur, men verður meira groteskur sum frá líður. Verkið er skrivað í 2008, tá ið alheims bankakreppan herjaði. Heitið stavar frá grein hjá Hanusi Kamban.
Hetta staklagið er fyrsta lagið á heildarútgávu við sjey instrumentalum verkum við skiftandi manning eftir Kára Bæk.
Lurta eftir Valsur Modernaða Fíggjarbaróna (Strúkikvartett Nr. 1)











