Á býráðsfundinum, sum í løtuni er í Havn, var eitt uppskot frá Mentamálanevndini um at, at navnið á gøtuni oman til Høllina við Tjarnir skal broytast frá »Atlagøtu«, sum áður er samtykt í býráðnum – til »Hallarvegur«.
Á fundinum talaði Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan at. Hann vísti á, at undanfarna býráð hevur samtykt, at gøtan skal eita Atlagøta.
Ein onnur gøtu í Hoyvík hevur itið Atlagøta. Men tað ein gøta millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt, har eingin hevur adressu. Tað hava nógv fólk hildið verið óvirðiligt, at eingin skal hava adresu í eini gøtu, sum er nevnd eftir longst sitandi løgmanni í Føroyum.
Í hinum »løgmansgøtunum« í Hoyvík (gøtur sum eita eftir fyrrverandi løgmonnum síðani heimastýrislógina), búgva nógv fólk. Tær eru Andrassargøta, Kristiansgøta, Pætursgøta, Hákunagøta og Maritugøta.
Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvina í Mentanarnevndini vísti á, at málið ikki varð handafarið rætt. Tað var ikki komið gjøgnum mentanarnevndina, soleiðis sum tað eigur. Hon skilti væl intentiónina um at virða Atla Dam, men segði, at ætlanin hjá Mentanarnevndini nú er, at gøtan við Tjarnir skal eita »Hallarvegur«, meðan gamla Atlagøta, har eingin hevur adressu, aftur skal eita »Atlagøta«.
Tróndur Sigurðsson vísti á, at tað býráðið, sum tekur avgerðir í slíkum málum, og at býráðið hevur tikið avgerð í hesum máli.
Lesið eisini:Atli P. Dam aftur til heiður og æru í Hoyvík
Tróndur Sigurðsson vísti eisini á, at kommunan tá hevði verið í samskifti við konu Alta Dam og familjuna, sum vóru fegin um ætlanina um at gøtan við Tjarnir skuldi navnið »Atlagøta«. Tí varð avgerðin tikin um at broyta navnið á adressuleysu gøtuni í Hoyvík.
Men hetta ætlaði Mentanarnevndin so nú at broyta.
Lesið eisini:Hetta er at vanvirða Føroya størsta løgmann
Tí heitti hon á Gøtunavnanevndina um at koma við øðrum uppskoti um navn.
Gøtunavnanevndin mælti til, at vegurin fær navnið »Hallarvegur«. Grundgevingin er, at vegurin førir til høllina við Tjarnir.
Mentamálanevndin samtykti 14. januar 2026 at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið.
Men málið varð sum kunnugt felt í býráðnum fyri løtu síðani, eftir at Tróndur Sigurðsson kom við broytingaruppskoti. Hann undráðist á, at býráðslimir fyri Javnaðarflokkin tóku undir við hesum.
##med2##
Tá gjørdi Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, vart við, at hon ikki varð kunnað um málið og at hon ikki tók undir við málinum.
Tá atkvøtt var, vóru 7 atkvøður fyri uppskotinum hjá Tróndir Sigurðsson, 5 fyri uppskotinum hjá Mentanarnevndini og 1 atkvøða var blonk.
Soleiðis fall uppskotið um at vraka »Atlagøtu« uppi við Tjarnir.












