- Alt hetta hemmiligheitskremmaríið frá landsstýrismanninum hevur skapt óneyðugar gitingar av øllum slag, og tí skilji eg ikki, at landsstýrismaðurin ikki leggur allar upplýsingarnar fram fyri politisku skipanini í trúnaði. Tað sigur Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi.
Orðaskiftið um Skálafjaratunnilin er heitt, og fleiri tinglimir hava víst sína ónøgd við ætlanina hjá Kára P. Højgaard um ein privatan tunnil.
Jákup Mikkelsen segði í Løgtinginum fyri løtu síðani, at hann heldur, at landsstýrismaðurin við innlendismálum hevur handfarið málið um tunnilin sera illa.
- Landsstýrismaðurin hevur spælt solospæl, og eg vóni hann dugir at síggja, at hetta málið er av ov stórum týdningi til, at hann kann halda fram við at fjala upplýsingar frá politisku skipanini, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann heitir í tí sambandi á Kára P. Højgaard um at leggja fram allar upplýsingar í trúnaði fyri politisku skipanini.