Karin er tilnevnd »Ársins Jan Restorff« í White Guide

Og matstovan Ræst er tilnevnd sum »Ársins matstova« í White Guide Nordic

Í morgin verða vinnararnir í White Gude kunngjørdir. White Guide er ein svensk gude við ummælum og tilmælum um 800 matstovur í Svøríki. Hon kom fyrstu ferð út í 2005, eftir samanlegging millum guidirnar Vägarnas Bästa og Gourmet 199 Borde.

 

Síðani 2013 er hon eisini givin út í Danmark, og í 2014 kom ensktmælta útgávan av White Gudie Nordic við teimum 300 bestu matstovunum í Svøríki, Danmark, Noreg, Finnlandi, Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Estlandi.

 

Guidin kemur á hvørjum ári sum bók og sum app.

 

Tvær føroyskar tilnevndingar eru í White Guide hesaferð:

 

Karin Visth er tilnevnd heiðurin, sum eitur »Ársins Jan Restorff«, sum er nevndur er kenta føroyska tænaranum á Søllerød Kro í Danmark, havnarmanninum Jan Restorff.

 

Tey tilnevndu eru:

 

Årets Jan Restorff: Karin Visth fra Koks/Ræst/Roks, Mads Battefeld fra Sushi Anaba, Christian Aarø fra AOC

 

Matstovan Ræst er tilnevnd at gerast ársins besta matstova.

 

##med2##

 

Tey tilnevndu eru:

 

Årets Bedste Restaurant: (i alfabetisk orden): Alchemist, AOC, Geranium, Jordnær, Kadeau KBH, KOAN, Lyst, Ræst, Syttende, Tri

 

Meira kann lesast um tiltakið við at trýsta her