Karius & Baktus seta hol á G! mini

Bara grundin ikki brennur niður einaferð enn, ávara tey á heimasíðuni hjá festivalinum. Víðari stendur at lesa, at umframt at seta hol á festivalin headlina teir eisini Ground Zero leygarkvøldið 19. juli við einum maksimalum dance setti, ið borar seg fast, blæsur føtur uppfrá og heysar umkoll! Karius & Baktus eru barndómsvinir, sum hava gjørt elektroniskan tónleik og DJað saman síðani 2005. Teir hava spælt nógv á best umtóktu barrunum í Reykjavík síðani, og hava arbeitt og framført saman við nøkrum av fremstu DJunum í landinum har. Eisini hava teir framført til beach parties í Miðamerika, á kokteyl barrum í Milan og í klubbum í Boston. Teir skipa eisini sjálvir fyri undirgrund dance tiltøkum og leita altíð eftir nýggjum, frískum tónum at borðreiða við.