Karsten er nøgdur men Ellintur ivast

? Karsten Hansen er væl nøgdur við at tað eydnaðiast at fáa semju um sandoyarferjuna Teistan. Formaðurin í Skipara og Navigatørfelagnum er meiri ivingarsamur

 

Sandoyarsiglingin


?Eg eri sera væl nøgdur við, at tað eydnaðiast at fáa semj um Teistan.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ásannar, at teistamálið hevur riðið teimum sum eina marru nú í tríggjar mánaðir og tí var tað ein ómetaligur lætti at fáa semju nú.

? Trupulleikin var, at Skiparað og Navigatørfelagið vildi ikki hava semingsmenn upp í samráðingarnar. Men nú fingu vit seo hendan nýggja vinkulin upp í samráðingarnar og tað loysti málið.

Karsten Hansen gevur nevniliga hugskotinum hjá Páll á Reynatúgvu at bjóða teimum suður til Sands at samráðast, allan heiðurin fyri,at semja fekst í lag nú.

? Hann hevur verið eitt slag av semingsmanni og tað gørdi hann við stórum hegni.

Hann sigur, at tvær semjur eru gjørdar, ein semja um vanligan sáttmála og ein fastlønarsáttmála.

Vit kunnu liva við báðum semjunum.

Hann sigur, at í samráðingunum hesuferð, hava báðir partar givið seg.


Ivingarsamur

Hinvegin er Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, meiri ivingarsamur.

?Vit fingu ikki tað, vit høvdu ætlað. Eg haldi, at tað er ótrúligt, at tað skuldi taka so langa tíð, at koma til hetta úrslitið, sigur Ellintur Abrahamsen.

Hann sigur, at ferlagið er so ivingarsamt um úrslitið, at tað eisini hevur fingið ein fastlønarsáttmála.

?Hesin fastlønarsáttmálin er ikki so góður, sum vit kundu hugsað okkum, men yvirmenninir á Teistanum sleppa nú at taka støðu til, hvønn sáttmála, teir vilja hava, sigur Elllintur Abrahamsen.

Nær støða verður tikin til tað, veit hann ikki.

? Vit fingu ikki tað, vit vildu hava, men vit valdu kortini at geva okkum fyri at fáa semju, sigur Allintur Abrahamsen. Felagið kravdi, at skiparin varð løntur í flokki 9, yvirstýrimaðurin í bólki 8 og 1. stýrimaður í bólki 6. Úrslitið varð, at skiparin kom í bólk 8, yvirstýrimaðurin í bólk 6 og 1. stýrimaður í bólk 5.