Teinurin hjá Karsteni Hansen úr heiminum á Víkavegi og á tíðindafundin á Klaksvíkar Sjómansheimi fríggjamorgunin var sera stuttur. Ja, so stuttur, at Karsten kundi ganga í inniskóm millum húsini í Klaksvík.
Hinvegin hevði hann tó gingið væl og leingi inn í seg sjálvan og grundað yvir, hvønn flokk hann skuldi fara upp í.
Valið fall á Miðflokkin, og tá avgerðin skuldi kunngerast í Klaksvík fríggjamorgunin, var meginparturin av føroysku pressuni til staðar. Tað er ikki á hvørjum degi, at tað hendir í Klaksvík, men umboð fyri allar fjølmiðlar – frá Oyggjatíðundum til Sjónvarpið – sótu undir hvørjum orði, tá ið Karsten Hansen greiddi frá sínari politisku framtíð.
Karsten gongur á smala vegnum
Karsten Hansen staðfesti fleiri ferðir, at avgerðin fyrst og fremst var tikin út frá eini persónligari sannføring.
- Eg vildi ikki ganga sama veg sum Tjóðveldisflokkurin. Eg kundi bara havt latið sum einki, tá ið lógarbroytingin í 266b var samtykt. Eg kundi havt atkvøtt ímóti, og síðani farið heim og pleyga mínar 300 atkvøður. Men tað vildi eg ikki. Hetta hevði meira at siga fyri meg, sigur Karsten Hansen.
Tú vildi ikki ganga sama veg sum Tjóðveldisflokkurin. Vil tað siga, at tú hevur valt tann samla vegin heldur enn tann breiða vegin?
- Hetta er eitt persónligt val. Eg havi ein dreym um einar frælsar Føroyar, og okkara framtíð skal byggja á kristna lívssýnið. Og her vilja eg og Miðflokkurin tað sama. Hinvegin kenni eg eisini fleiri fólk í Tjóðveldisflokkinum, sum eru samd við mær í teimum andaligu spurningunum, so eg haldi ikki, at hetta er eitt val millum tann breiða og smala vegin.
Í leysum lofti
Karsten Hansen vildi ikki hoyra talan um, at hann hevði tikið eina avgerð, sum passar honum væl politiskt.
- Skuldi eg tryggja mær løgtingssessin aftur á næsta vali, so hevði tryggasta valið verið Tjóðveldisflokkurin. Nú eg eri farin úr Tjóðveldisflokkinum, havi eg slept tí politiska takinum, sum eg havi havt, og eg veit als ikki, hvussu hetta fer at enda, sigur hann.
- Summi halda, at eg havi tikið eina øra avgerð, men eg hvíli í hesi avgerðini, og eg eri sannførdur um, at eg havi valt rætt. Eg hevði eisini aðrar møguleikar, men hetta var tað rætta fyri meg, hóast eg havi traðkað á tunnan ís og ikki veit, hvussu mín politiska framtíð nú verður, sigur Karsten Hansen.