Karusselltúrur við nógvum luftholum

- Tað hevur altíð verið okkurt við mær, sum eg ikki visti, sigur Johan í Kollafirði.

Tað eru eingi jól á In.fo, uttan at Johan í Kollafirði, Johan Dalsgaard, ikki eisini er spurdur um jólagávur, jólamat, árið, sum fer - og um árið, sum kemur. Vit hava aftur í ár sett manninum, sum allir føroyingar kenna, nakrar spurningar, og hansara svar eru altíð forvitnislig og gjarna eitt sindur øðrísi enn svarini hjá fjøldini.


Keypir tú jólagávur?

 

Eg gangi høgt upp í alt. Men, tað blívur bara til okkurt sum eina jólagávu hvørt ár - ein sang/ mynd/ søgu/ ting - og eg fái altíð, løgið nokk, hesa einu jólagávuna til at fara við allari tíðini. Haraftrat avgjørdi eg í ár at fara til Føroya á jólum, sjálvt um tað aftaná vísir seg altíð at verða rokasligt og innviklað, tá eg flyti meg frá A til B. Tokið hjá DSB brotnaði líka sum hvørjaferð, eg fór uppí í tað, og flogfarið fleyg undan mær líka sum seinast, eg skuldi til Føroya og ongantíð kom fram.


 

Johan í Kollafirði sigur, at hesaferð gjørdi hann øðrvísi og helt fast í kuffertinum, tá tokið brotnaði, og hann helt fast í kuffertinum, líka til hann stóð í gongini á Argjum, eitt døgn, tvey brotin tok og tríggjar flogseðlar seinni.

 

- Lær av tínum feilum, Johan, halt fast í kuffertinum og halt fram, segði eg við meg sjálvan, tá tokið brotnaði, ljósini slóknaðu, og tokið misti ferðina klokkan 6 um morgunin, fimm tímar, áðrenn flogfarið fór, og eg føøøldi, hvussu eg fór at verða ov seinur - líkamikið, hvat eg gjørdi, líka sum allar hinar ferðirnar.
 Mítt “yvirraskilsismoment”, mín ætlan, mín ovurstóra jólagáva, tað at eg ómakaleyst kom inn í gongina og segði “hey” fyri fyrstu ferð í áravís, endaði við, at systir mín bjargaði øllum og gandaði fram ferðaseðlar og fixaði ting. Eg vil verja meg við, at eg kann spæla ein nokso innviklaðan sang, men at finna Gate A11 í Kastrup Lufthavn er púra vónleyst fyri meg. 



 

Hvar verður tú um jólini, og hvat verður etið jólaaftan og um jólini annars?



 

Í ár verið eg hjá mammu á Argjum, saman við vinum og kenningum, sum eg ætli mær at hitta, nú eg endiliga eri í Føroyum fyri eina ferð skuld, og eg havi góða tíð.
 Vit eta dunnu við øllum, sum hartil hoyrir. Mamma mín er jólapynt- og blómuserfrøðingur við spesiali í jólaklokkum og klokkublomstrum, og tá blívi eg ein glaður jólagestur, sum rennir ørindir, tá hon sendir meg, og so henda jólini bara. Eg veit ikki hvussu, men alt hendir í einari perfektari raðfylgju, sum eg havi roynt so ofta. Men, kortini kemur tað altíð bak uppá meg, men tað gleðir meg altíð :)




Hvussu hevur 2018 verið fyri teg?



 

2018 var turrasta summarið í DK nakrantíð, og tað var ikki gott. Eftir nógvar turrar mánaðir kom regnið, og tað steðgaði bara ikki aftur. Árið í ár var ikki eitt vanligt veðurár, men tað allar løgnasta árið í fleiri hundrað ár. Í Danmark tosa tey longu um, hvat skal gerast, um øll ella nøkur ár verða sum 2018. Teir duga, repa segl, skifta kós, tillaga alt landbrúkið til nýggju umstøðurnar. Eg eri sera imponeraður av, hvussu katastrofan bleiv handfarin. Tað var knappliga ikki so gott at eiga hús við strátaki, tá alt var so turt, at um onkur trampaði hart, so kom eldur í allastaðni.

 

Johan í Kollafirði vísir á, at tað turra 2018 var eitt ár við stúran, sum tíbetur slett ikki bleiv til nakað. 
2018 hevur eisini verið eitt ár við nógvum viðlíkahaldi og status, sum hann tekur til.

 

- Eg giti, at eg um nøkur ár fari at kalla 2018 fyri tað árið, tá eg setti øll ting í system og fann út av, hvør eg eri, hvat eg vil, og hvat eg ætli mær og nær.

 Viðlíkahaldið gevur pláss fyri filosofi, og tað eru nógvir tankar, sum fara gjøgnum høvdið, tá eg máli úthurð. Tá tú hevur 40 úthurðar at mála og 1.000 vindeygu at pussa, er neyðugt at prioritera, so eg havi lært, hvat er týdningarmikið nú, og hvat kann bíða til seinni, tí ein garður, sum er fleiri 100 ára gamal, tolir, at eg læri meg, hvat er best at gera og nær. Nær skal man kálka, nær skal man ikki kálka, nær skal man tjøra, og hvussu nógv?

 

Kendi føroyingurin vísir á, at garðurin er eitt stórt projekt, sum honum dámar væl.


 

- 
Eg havi eisini í ár gjørt mína ættartalvu fyri at finna út av, hvaðan eg eri, og tað hevur verið ein eye-opener at finna út av, at eg hóast alt ikki líkist langt frá lang- og tippoldurabbum, sum eisini gingu og spekuleraðu yvir lívið og søgdu undarlig ting inn í millum, sigur hann brosandi.

 

Hvat var besta upplivingin (størsta hendingin) hjá tær í 2018?


 

Onkuntíð haldi eg, at eg havi roynt alt. Í øllum førum alt, sum eg havi ætlað mær. Men, so endaði eg í tí støðu, at eg kom at standa fyri tí økonomiska í húsarhaldinum. Fyri fyrstu ferð í lívinum mátti eg læra meg tað (eg burdi sjálvandi havt lært meg tað fyri 30 árum síðan, men tað gjørdi eg bara ikki fyrr enn í ár), og tað er at hava yvirblik yvir, hvat fer at koma í postkassan og nær. Eg gjørdi eitt telduforrit, sum altíð kann fortelja mær, hvar eg flóti, og hvat eg kann vænta. Tað hevur verið sum at sleppa undan einari kempistórari byrðu. At hava eitt gott yvirblikk er tað besta, sum er hent mær í 2018. At sleppa undan óneyðugari stúran.





 

Hvat var keðiligasta upplivingin í 2018?


 

Tað keðiligasta, sum hendi í 2018, var, at eg fekk eina diagnosu upp á, at tað opinbart altíð hevur verið "okkurt" við mær, sum eg ikki visti. Eg fekk knappliga ein vanligan hósdag at vita, hvat tað var, og hetta var frá einum donskum psykiatara. Hetta tók meg fullkomiliga av fótum í eina tíð. Hesin serfrøðingurin segði, at eg eitt nú var maniodepressivur og tað, sum ikki var, tað bleiv: Eg fór frá tí eina endanum av skalanum yvir í hin endan innan stutta tíð. Eg var rættiliga depressivur, til humørið knappliga aftur skifti, og eg aftur bleiv til meg sjálvan. Legði einki í diagnosuna og byrjaði at spæla klaver og alt aftur. 2018 var ein sera løgin karusselltúrur við nógvum luftholum, sum tíbetur endaði væl, tá tað endiliga gekk upp fyri mær, at eg eri ikki øðrvísi enn, eg altíð havi verið - og tað er fínasta slag.


 

Hevur tú sett tær nøkur mál fyri 2019?


 

Í 2019 ætli eg at skifta arbeiði. Eg veit enn ikki, hvat tað verður. Eg havi bara eina kenslu av tí. Eg eri í ferð við klárt at síggja, hvat eg ætli. Eg havi skrivað eina góða umsókn, og nú mangli eg at finna út av, hvar hon skal sendast, tí hesaferð ætli eg at gera eitt stórt arbeiði burtur úr at velja tað rættasta arbeiði heldur enn tað nemmasta ella nærmasta. Á ein hátt búgvi eg í Føroyum, bara í Danmark. Eg vil gjarna víðka mín horrisont, so eg havi sett mær fyri at finna meira út av, hvar eg búgvi. Ikki tí, at eg ikki veit tað. Eg havi hildið fyrilestur fyri íbúgvunum í Havndrup um íbúgvarnar í Havndrup, og tað tóku tey sera væl ímóti. Eisini havi eg sett meg inní, hvørji hava átt garðin áðrenn eg, og eg havi verið á kirkjugarðinum og heilsa upp á tey undanfarnu og havi fortalt, hvussu gongst.

 

Johan í Kollafirði vísir á, at garðurin eitur Stjernekilde og bleiv í 1866 fluttur ein kilometur - frá Havndrup til Nørremark, so hann er nógv eldri enn tað og í fínum standi. Tað finnst ein stuttlig søga frá 1866. Ein kona, sum búði á garðinum, tá hann stóð í Havndrup (200 íbúgvar), kláraði ikki at búgva á garðinum longur, tá hann bleiv fluttur til Nørremark (kallað Ødemark). Hon toldi ikki tað totalu isolatiónina at búgva 1000 metrar frá grannanum. Hahaha... so hon mátti flyta aftur til býin Havndrup og teir 200 íbúgvarnar. 
Eg havi valt Stjernekilde, tí tað er isolerað, men mitt í øllum, og eg eri bert 15 minuttir frá triðjstørsta býnum í Danmark. 

Eg havi sett mær fyri í 2019 at hyggja longur enn Stjernekilde og Havndrup, kanska longur enn Fyn, sigur Johan í Kollafirði við In.fo tollaksmessudag.