Talv
Týsdagin bleiv níggjunda umfar leikt í Wijk ann Zee, mikudagin var frídagur. Vegna evstamark hava vit ikki fingið úrslitini frá 10. umfar sum bleiv leikt í gjár.
Øll úrslitini týsdagin í toppinum fløskaðu seg ómetaliga væl fyri Kasparov. Hann vann á Shirov, meðan Kramnik sum hevði eins nógv stig, tapti ímóti Morozevich. Anand megnaði ikki at vinna á Leko, og Timman fekk somuleiðis javnleik ímóti Adams.
Heilsaðu ikki uppá hvønn annan
Kasparov vildi ikki heilsa Shirov við lógvatakið undan talvi teirra, og orsøkin var at Shirov ikki vil geva Kasparov eina umbering fyri at hann, undan HM dystinum millum Kramnik og Kasparov í oktober, vildi vera við at dysturin var planlagdur soleiðis at kasparov skuldi vinna. Sum øll vita vann Kramnik dystin, og tá Shirov ikki vildi umbera seg fyri ákæring sína valdi Kasparov, fyri fyrstu ferð nakrantíð ífylgju honum sjálvum, ikki at heilsa mótstøðumanninum. Tískil varð lagt upp til ein sannan bardaga á teimum 64 puntunum.
Shirov legði út við russisku byrjanini, men valdi í miðspælinum at broyta taktikk, soleiðis at hann restina av talvinum vardi seg. Kasparov leikti væl, fekk góða støða og eisini eina sterka frífinnu djúpt inni í støðuni. Spakuliga pilkaði hann støðuna sundur hjá Shirov og avviklaði til ein vunnið rókaendatalv. Sera væl telvað av Kasparov, sum tilegnaði sigurin til pápa sín sum doyði á hesum degi fyri tredivu áðrenn síðani.
Heili 10-0 førir Kasparov í sigrum innanhýsis ímóti Shirov, umframt nakrir javnleikir sjálvsagt.
Meistarin fall
Hvør skuldi trúð at Kramnik so skjótt eftir HM-heitið fór at tapa eitt talv, og aftrat við hvíta fólkinum. Tann nærum óyvirvinniligi Kramnik hevði annars nærum avgerandi fyrimun í miðspælinum, men valdi at avviklað til eitt ivasamt endatalv, har hann fór eftir skeivu planini. Morozevich fekk ofrað mann fyri finnur, sum viðførdi at hansara finnur ikki kundi steðgast. Kramnik royndi, men gavst skjótt eftir hetta offur.
Morozevich kom ájavnt Kramnik við sigrinum og liggja teir nú á deildum triðja plássi.
Støðan, nú níggju umfør eru leikt, sæst aðra staðni á síðuni.
Ringt verður at steðga Kasparov. Hann hevur møtt øllum teimum sterkastu undantikið Adams, sum hann møtir við hvítum í trettanda og síðsta umfari. Hinir verða hollendingarnir Piket, Timman og Van Wely. Shirov hinvegin manglar enn teir sterku, Kramnik, Anand og Morozevich.
Í gjár hittust millum annað Piket-Kasparov, Shirov-Anand og Topalov-Kramnik.
Í B-bólkinum er tætt í toppinum, har Gurevich (2694) liggur á odda. Bert hálvt stig aftanfyri kemur 13 ára gamli Teimour Radjabov, sum vit kenna frá 3rd Tórshavn International.
www.corusgroup.com/coruschess/home.html er almenna heimasíðan.
Talvið hesa vikuna
Kasparov,G (2849) - Shirov,A (2718)
Corus2001 Wijk aan Zee (9), 23.01.2001
1.e4 e5 2.Nf3 Nf6 (Russisk byrjan) 3.Nxe5 d6 4.Nf3 Nxe4 5.d4 d5 6.Bd3 Bd6 7.0-0 0-0 8.c4 c6 9.Qc2 Na6 10.a3 Bg4 11.Ne5 Bh5 (júst hesa støðu hevur Kasparov djúpt analyserað, og er tí væl fyrireikaður) 12.cxd5 cxd5 13.Nc3! (Nýggjheit) Nxc3 14.bxc3 Kh8 15.f4 (Kasparov brúkti her nógva tíð, alternativið var sjálvsagt 15.Bxh7 g6 16.Fd2 við góðum spæli, men valdi ístaðin tað trygga) Bxe5? (Betri hevði verið f6) 16.fxe5 Bg6 17.a4! Qd7 18.Ba3 Rfe8 19.Bxg6 fxg6 20.Qb3 b6 21.Bd6 Nc7 22.Rf3 Rac8 23.Raf1 h6 24.Qc2! Qg4 25.Rg3 Qh5 26.Rh3 Qg5 27.Rg3 Qh5 28.Bxc7 (Avviklar til vunnið endatalv) Rxc7 29.Rxg6 Qh4 30.h3 Qxd4+ 31.cxd4 Rxc2 32.Rf7 (Nú vinnur hvítur lættliga. d5 finnan verður tikin, og hvítu sentrumsfinnurnar avgera talvið) Rg8 33.Rd6 Rc4 34.Rxd5 Rxa4 35.Rdd7 Ra1+ 36.Kf2 Ra2+ 37.Kf3 Kh7 38.e6 Kg6 39.d5 Rc8 40.Rc7 Re8 41.g4 a5 42.Rxg7+ Kf6 43.Rgf7+ Ke5 44.Rf5+ Kd4 45.e7 1-0