Tað var ein ovurfegin Katarina Lamhauge, sum eftir finaluna kom yvir til Jógvan Arge at gera sínar viðmerkingar til Rás2.
- Tað var sjálvandi málið, at eg skuldi vinna gull, og tað er ein deilig kensla, nú eg havi rokkið hesum.
Og var hetta strævið?
- Ja, tað var tað. Tað er altíð strævið, tá tú svimur max, sum tú gert á 50 metrum.
Og hetta gullmerkið. Var tað kanska nóg mikið í sjálvum sær til at ferðin er heima?
- Nei. Enn havi eg 100 og 200 metra bringu eftir, og tær kappingarnar eru so týs- og mikudagin.