Katrin Wardum 60 ár

   

Týsdagin 28. september verður Katrin Wardum, frisør í Havn, 60 ár.
Katrin er av Signabø. Hon er næstelst av sjey systkjum, og foreldrini vóru Ingibjørg Geyti og Poul Niklái Johansen. Sum ung fór Katrin til Havnar í frisørlæru hjá frk. Djurhuus. Hon búði hjá William og Lisu Heinesen, og tey árini hava sett stóran dám á hennara lív.
Katrin giftist við Jóanis Wardum og saman fingu tey fýra børn: Hannis, Una, Rúnu og Bjarna Wardum. Katrin byrjaði sína egnu frisørsalong 1. desember 1971 í kjallaranum í húsunum á Heygsvegnum, og har hevur hon arbeitt síðan. Kundarnir hava verið trúgvir øll hesi árini, og Katrin hevur bæði verið vinkona og sálarhirði hjá mongum teirra.
Alt hevur tó ikki verið arbeiði - og langt frá tí. Katrin er sera virkin. Eitt náttúrubarn, sum gongur langar túrar í øllum veðri. Urtagarðurin blómar undir hennara kønu hond, og hon tekst nógv við at mála myndir. Katrin ger fimleik í Havnar Fimleikafelag og elskar at dansa. Og so er kórsangurin henni dýrabærur.
Men fram um alt er Katrin mamma. Børnini hava verið alt hjá henni, og tey hava higartil givið henni 8 ommubørn.
Katrin hevur síðan 1987 livað saman við Georg Egholm, lækna. Tey bæði hava ferðast nógv kring heimin saman og hava í tveimum umførum búð longri tíðarskeið so langt burturi sum í Suðurafrika. Samstundis er hon heimkærari enn tey flestu.
Nú Katrin Wardum rundar tey seksti heldur hon dagin saman við familjuni uttanlands.