Kaupthing Banki keypir danska bankan FIH

Tíðindaskriv

Kaupthing Banki hevur gjørt eina avtalu við Föreningsbanken, svenski eigaran av FI-Holding ella FIH, um at keypa øll partabrøvini í FIH fyri kr 7,1 mia.
Strategiskt hóskar FIH sera væl saman við Kaupthing Banka, og keypið, ið tvífaldar støddina á Kaupthing Banka, fer at geva Kaupthing Banka eina leiðandi støðu á danska vinnulívsbankaøkinum.
FIH fíggjar danska vinnulívið og hevur seinastu árini vunnið 17% av danska marknaðinum á hesum økinum. Teir umleið 5.000 kundarnir hjá FIH, fevna í høvuðsheitinum um stór, miðalstór og smærri donsk virkir. FIH hevur ein sterkan kapitalbygnað og hevur verið kent fyri, at hava sera fá tap av teirra útlánsvirksemi.
Keypið av FIH er eitt framhald av virkisætlanini um at vaksa á vinnulívsbankaøkinum og at víðka um virksemið á Norðurlondum. Samanlagda felag-ið verður ein grundarsteinur fyri komandi vøkstri innan vinnutænastur og sokallaðum private equity íløgum.
Samlaði javnin á Kaupthing Banka økist úr kr 51.3 mia kr í kr 118,2 mia eftir keypið av FIH. Verða netto inntøkurnar á báðum feløgunum samanlagdar vóru hesar í 2003 kr 1.210 mió og í 1. ársfjórðingi 2004 kr 411 mió.