Tangafirði millum Flesjarnar og Rivtanga: Ein undirvatnsbát, sum stevndi beint norður í Sundalagið!
Soleiðis skrivar Poul Jóhan Djurhuus á Glyvrum til okkara í morgun.
Hann greiðir frá, at saman við kavbátinum var Tjaldrið og ein av sleipubátunum hjá Skipasmiðjuni MEST í Havn.
– Tað er av allar fagrasta veðri í morgun, so tað má hava gjørt sítt árin á menninar, sum stóðu í TORNINUM, sum stakk upp úr sjónum, meðan siglt varð í ein norðan, sigur Poul Jóhan Djurhuus.
##med2##