Tað er kalt og kavi í støðum kring landið í dag, men sum skilst, so kemur hetta ikki at hava ávirkan á fimta umfar í Effo-deildini, sum verður í dag. Spælt verður í Gøtu, Runavík, við Margáir og við Stórá.
Bæði í Gøtu og í Runavík hava vit fingið myndir sendandi, ið vísa at vøllurin er grønur og tað er væl spælandi. Somuleiðis hava vit verið í samband við fólk við Margáir og við Stórá. Har verður eisini sagt, at að vøllurin er grønur, hóast tað er hvítt og kalt í fjøllunum.
Alt bendir á, umfarið verður spælt eftir ætlan í dag.
Effo-deildin 5. umfar:
TB/FCS/Royn-B36: Ransin N. Djurhuus (kl. 14.30)
Víkingur-KÍ: Dagfinn Forná (kl. 15.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ-HB: Eiler Rasmussen (kl. 15.00)
EB/Streymur-07 Vestur: Rúni Gaardbo (kl. 16.00)
Í gjár:
Skála-ÍF 0-0