Kavin er argasta mótstøðan

Steypavinnarin frá í fjør sendi FM vinnaran úr kappingini, og 07 Vestur vann nýuppgerðina ímóti Víkingi, meðan hini úrslitini vóru, sum tað kundi roknast við í kappingini um Løgmanssteypið, ið er tarnað av vetrarveðrinum

Tað er nógv, sum bendir á, at fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið ikki fara at verða avgreiddar, áðrenn fyrsta umfarið í landskappingini verður á skránni um vikuskiftið. Um tað fer at bera til at spæla landskappingardystir um vikuskiftið.

Kavin fjalir fótbóltsvøllirnar, og tað kann væl vera, at tað ikki fer at bera til at spæla steypadystir í hesi vikuni.


Fýra javnleikir

Í fýra av átta fjórðingsfinalum var neyðugt við longdari leiktíð, og Eysturoy, sum eigur helmingin av feløgum í Formuladeildini, eigur ongan heimavøll í fjórðingsfinaluni.

Niðurflytararnir úr AB vitjaðu niðurflytararnar í VB/Sumba. Rúni Elttør, sum áður hevur spælt í eitt nú KÍ, B36, ÍF og í Vágum, roynir seg í ár í AB, og byrjanin hjá honum var góð. Rúni legði AB á odda í 1. hálvleiki, men veteranurin Dan Djurhuus javnaði, so tað var neyðugt við longdari leiktíð, og tá var tað Magnus Jakobsen, sum skoraði AB sigursmálið.

TB í 1. deild hevði á heimavølli stórar trupulleikar at fáa bilbukt við MB í 2. deild. Elfinn Ørvarodd legði MB framum í fyrsta álopinum eftir steðgin. Tólv minuttir undan leikloki eydnaðist tað endiliga TB at javna. Í longdu leiktíðini var eingin ivi, hóast TB var undirmannað, og at enda vann heimaliðið 6-1.

Í Sørvági hittust nýggjastu feløgini í føroyskum fótbólti, 07 Vestur og Víkingur. Formulaliðið Víkingur varð varpað út steypakappingini av 1. deildarliðnum 07 Vestur. Tór-Ingar Akselsen, sum eftir fleiri ár í HB aftur er fluttur vestur í Vágar, legði heimaliðið framum, tá ið tað restaðu 20 minuttir, og tíggju minuttir seinni javnaði Adrian Joensen, sum fyri fyrstu ferð spældi týdningarmiklan dyst á Formulaliði.

Í longdu leiktíðini var málleyst, og í brotssparkskappingini vóru vágamenn væl neyvari og vunnu brotssparkskappingina 4-2 og harvið samlað 5-3.

B68 var á vinnarakós í fyrstu týdningarmiklu styrkisroyndini eftir uppflytingina. Miðvallarin Jann Ingi Petersen skoraði upp á brotsspark tíðliga í 2. hálvleiki, og so stríddist B71 fyri at javna. Clayton Soares javnaði, tá ið tað restaðu tveir minuttir, og tá ið longda leiktíðin bara var ein minutt gomul, skoraði U21 landsliðsspælarin Rasmus Nielsen sigursmálið fyri B71.


Tepurt í Streymnesi

Nummar eitt og tvey í landskappingini, NSÍ og steypavinnarin EB/Streymur, spældu í Streymnesi. EB/Streymur hevði fríska lotið, sum var í 1. hálvleiki, undan, og Hans Pauli Samuelsen sendi beinanvegin hornaspark beinleiðis í NSÍ málið.

NSÍ var fitta løtu í 1. hálvleiki leikliga omaná, men gestirnir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar møguleikar. Eftir steðgin var so at siga stilli. Burtursæð frá fýra vandamiklum hornaspørkum á rað tíðliga í seinna hálvleiki, var EB/Streymur oman á, men fleiri mál komu kortini ikki.

Skála tykist hava manningartrot. Tað sást eitt nú í, at John Petersen var fremsti maður ímóti B36 í Gundadali. B36 vann 1-0, og tað var Bergur Midjord, sum skoraði, eftir at vongverjin í høgru, Ásbjørn V. Gunnarsson, hevði lagt innfyri úr høgru.

Hjá KÍ var talan um avgreiðslusigur í Gundadali ímóti Fram. HB noyddist at stríðast meiri fyri sínum plássi í fjórðingsfinaluni í Fuglafirði. Í 1. hálvleiki bendi einki á, at tað skuldi gerast spennandi. Jákup á Borg streyk ígjøgnum í høgru og skoraði til 1-0, og lítla løtu seinni økti Andrew av Fløtum til 2-0, eftir at Andras Gango hevði hálvbjargað roynd úr vinstru frá Christiani Høgna Jacobsen.

Tá ið Andrew av Fløtum við brotssparki eftir hands hevði økt til 3-0, kendist tað sum um, at HB hevði tryggjað sær plássið, men ÍF vildi tað øðrvísi. Fuglfirðingar yvirtóku spælið, og teir høvdu fleiri málmøguleikar, men tað endaði 3-2 til HB. Bæði ÍF málini skoraði Áki Petersen upp á brotsspark.


Myndatekstur:

Steypavinnararnir sendu Føroyameistaran úr kappingini um Løgmanssteypið

Mynd: Sofus D. Johannesen



LØGMANSSTEYPIÐ

1. umfar

20. mars

EB/Streymur-NSÍ 1-0 (1-0)

1-0: Hans Pauli Samuelsen 4.


VB/Sumba-AB 1-1 (0-1) 1-2 eftir longda leiktíð

0-1: Rúni Elttør

1-1: Dan Djurhuus

1-2: Magnus Jakobsen


TB-MB 1-1 (0-0) 6-1 eftir longda leiktíð

0-1: Elfinn Ørvarodd 46.

1-1: Bárður Dimon 78.

2-1: Bárður Dimon 98.

3-1: Aaron Sørensen 108.

4-1: Krzystof Popczynski 111.

5-1: Krzystof Popczynski 115.

6-1: Dan Mortensen 119.

Reytt kort: Tórður Mortensen TB 90.


07 Vestur-Víkingur 1-1 0-0) 5-3 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping

1-0: Tór-Ingar Akselsen 69.

1-1: Adrian Joensen 79.

brotsspørk

2-1: Silva Braga

2-2: Niclas Niclasen

3-2: Jovan Panic

3-3: Kaj Ennigarð

4-3: Ingi Ole-Jacobsen

Sølvi Vatnhamar misnýtti

5-3: Tór-Ingar Akselsen

Atli Gregersen misnýtti

Reytt kort: Gunnar Haraldsen 07 Vestur 112.


B71-B68 1-1 (0-0) 2-1 eftir longda leiktíð

0-1: Jann Ingi Petersen br 55.

1-1: Clayton Soares 88.

2-1: Rasmus Nielsen 91.


22. mars

ÍF-HB 2-3 (0-2)

0-1: Jákup á Borg 31.

0-2: Andrew av Fløtum 34.

0-3: Andrew av Fløtum br 73.

1-3: Áki Petersen br 76.

2-3: Áki Petersen br 81.

Reytt kort: Fróði Benjaminsen HB 81.


Fram-KÍ 1-4 (0-2)

0-1: Jósup Henriksen 22.

0-2: Jósup Henriksen 36.

0-3: Kristoffur Jakobsen br 73.

0-4: Kristoffur Jakobsen 78.

1-4: Jørgen Meitilberg 83.


B36-Skála 1-0 (1-0)

1-0: Bergur Midjord 23.


Fjórðingsfinalur

07 Vestur-B36

B71-AB

EB/Streymur-KÍ

HB-TB