Keðiligt at fara í land

Mikael Mikkelsen er ein av teimum hundrað sjómonnunum sum fóru í land av Atlantic Navigator fyri seinastu ferð í gjár.

- Hetta er eitt gott skip, sigur hesin 16 ára gamli unglingin úr Klaksvík.

Klaksvík: Hann hevur fest sær í eina sigarett og er klárur at fara í land.

Í hini hondini hevur hann ein svartan posa, men hetta er kortini ikki einasta viðførið hansara.

Undanfarnar túrar eru bert tey týdningarmestu tingini borin í land. Í dag er øðrvísi: Hesaferð skal hvørt smáting í land.

- Eg fari eftir telduni um eina løtu, sigur Mikael.

Hann hevur hetta seinasta árið verið ein av manningini umborð. Nú er hetta ævintýrið at enda komið.

Mikael heilsar uppá fleiri av hinum vinmonnunum, hann hevur fingið umborð hetta seinasta árið og henda seinasta túrin.

Skilligt er, at tey ungu hava stríðst fyri sakini umborð og koma at sakna henda felagsskapin í framtíðini.

- Ja, nú er hetta so yvirstaðið!, staðfestir hann bara.


Hvør hevur kent sítt

Mikael hevur verið sera fegin um hetta árið umborð á Navigator.

- Hetta hevur verið eitt sera gott ár, slær hann fast, nú skipið hevur lagt at og manningin skal í land á seinasta sinni.

Tað sum, eftir hansara meting, sermerkir arbeiðið umborð er, at tað hevur verið sera smidligt.

Manningin hevur fingið at vita, hvat teirra uppgáva var á hvørjum einstøkum túri. Og hesa skipanina hevur Mikael í øllum førum verið fegin um.

- Arbeiðið hevur verið lætt, og hvør hevur kent sítt arbeiði, sum hann tekur til.


Áhugavert

Mikael gekk níggju ár í skúla, men avgjørdi so at fara til skip í eitt ár.

- Eg hevði ikki roynt hetta lívið áður, men eg má bara siga, at tað hevur verið ein áhugaverd tíð, slær hann fast.

Nú, hann fór í land av seinasta túrinum, hevur hann hugsað eitt sindur um, hvørji ráð ið nú vóru til at taka.

Hann hevði frammanundan søkt um at sleppa inn sum SIT-næmingur her í Klaksvík, og tað slapp hann eisini. So tað fer hann í holt við aftaná summarferiuna!

Eins og mong onnur av manningini er hann harmur um, at hesin stóri verksmiðjutrolarin nú fer úr flotanum.

- Skal eg vera erligur, so hevði eg væl kunna hugsað mær at fortsett umborð her.

- Hetta hevur verið ein góð tíð, sigur Mikael.